Í løgtingsmáli nr. 193 - uppskot til løgtingslóg um gjøld í sambandi við fiskiskap eftir makreli í 2012 - er í grein 3 ásett, at fiskifar undir føroyskum flaggi, ið fiskar við fiskiloyvi til makrelfiskiskap í 2012, og har meira enn 20% av manningini eru útlendingar, skal rinda eitt manningargjald upp á 1 kr. fyri kg.
Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt: "hesi gjøld eru sett fyri at útjavna kappingarfyrimunin av at hava skip undir fremmandum flaggi og at hava útlendska manning".
Hetta kann neyvan skiljast øðrvísi, enn at ætlanin er at geva fiskiskipum undir útlendskum flaggi loyvi til at fiska makrel í føroyskum sjógvi í 2012, og vilja vit undirritaðu feløg hvassliga mótmæla hesum. Tað er ríkiligt av fiskiorku í verandi fiskiflota undir føroyskum flaggi, mannaður við føroyingum, til at kunna fiska ásettu makrelkvotuna í 2012. Tí eigur undir ongum umstøðum at verða givið fiskiloyvi til fiskifør undir útlendskum flaggi.
Í øðrum lagi verður lagt upp til, at tað uttan avmarkingar skal verða loyvt at manna skipini, ið fiska makrel, við útlendingum. Útlendingar eru í hesum føri aðrir ríkisborgarar enn føroyingar, norðurlendingar og útlendingar við arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Hesum vilja vit somuleiðis hvassliga mótmæla. Útlendskir fiskimenn umborð á ávísum fiskiskipum undir føroyskum flaggi fáa eina hýru, sum bert er lítil partur av hýruni, sum føroyskir fiskimenn fáa eftir galdandi sáttmálum. Fyri undirritaðu reiðaríini, ið higartil hava valt at mannað skipini við føroyingum, og higartil hava valt at virða avtalurnar á arbeiðsmarknaðinum, verður hetta kappingaravlaðandi. Hetta fer at seta ferð á gongdina, har skipaðu viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum innan fiskiflotan detta sundur.
Politiski myndugleikin eigur í prinsippinum ikki at leggja seg út í viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum. Hinvegin er tað ein skylda hjá politiska myndugleikanum at áseta treytirnar, sum teir, ið fáa loyvi til at troyta føroyska fiskatilfeingið, skulu lúka.
Undirritaðu feløg, sum eru samd um, at arbeiðsmarknaðurin innan fiskiflotan eigur at verða skipaður, fara tí at heita á politiska myndugleikan um at taka støðu til hesi viðurskifti.
Hevur politiski myndugleikin ikki eina greiða støðu til, annaðhvørt tað er ein treyt ella ikki, at tað eru skip undir føroyskum flaggi við manning lønt eftir føroyskum sáttmálum, sum fær rætt til at troyta føroyska fiskatilfeingið, so er eyðsýnt, hvat fer at henda. Rættilig ferð fer at koma á gongdina við at koyra meginpartin av føroysku manningini í land og at taka bíliga útlendska arbeiðsmegi umboð. Hetta fer at vaksa um arbeiðsloysið í Føroyum, og hetta er ikki ein gongd, ið vit eiga at góðtaka.
Vit duga at skilja, at tað í einstøkum førum kann vera skilagott at gera seravtalur, men í teimum einstøku førunum, har tað verður gjørt, eigur tað at verða undir skipaðum viðurskiftum.
Vit heita tí inniliga á politiska myndugleikan um at taka hesi viðurskifti í álvara, tí tey eru avgerandi fyri, hvussu fiskiflotin verður skipaður og mannaður í framtíðini.
-------------------
Tórshavn, tann 13. mai 2012
Felagið Nótaskip
Felagið Flakatrolarar
Felagið Ídnaðarskip
Felagið Trolskip
Felagið Línuskip
P/F Brestir
P/F Vesturleiki
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Maskinmeistarafelagið