Sjey fakfeløg fara í dag at handa landsstýrismanninum í fíggjarmálum undirskriftir at mótmæla uppskotinum til nýggja pensjónsskipan.
Í samband at mótmælisskriv er skrivað, og undirskriftir samlaðar inn, verða undirskriftirnar handaðar landsstýrismanninum við fíggjarmálum Aksel V. Johannesen í dag klokkan 14 í Fíggjarmálaráðnum á Argjum.
Feløgini siga, at avleiðingarnar av uppskotinum til pensjónsnýskipan eru ógvusligar, og eru ov illa, ella als ikki umhugsaðar í mun til tey, sum eru í samhaldsfastari pensjónsskipan í Danmark.
Tey sum hava skrivað undir, eru limir íhesum feløgum:
Bioanalytikarafelagið
Ergoterapeutfelagið
Fysioterapeutfelag Føroya
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Kost- og føðslufelagið
Ljósmøðrafelag Føroya, Føroyskir Radiografar









