Møtir úti og inni

Ein sjálvsagdur partur av eini stevnuskrá eru tey kristiligu tiltøkini. Soleiðis verður eisini í ár, har bæði kirkjan, missiónshúsið og samkomuhúsið verða karmur um fleiri tiltøk.

Í kvøld kl. 21 verður ein varmakelduvøka í kirkjuni við tónleiki, upplestri, solosangi og felagssangi, og kl. 22 ungdómsmøti í Thabor og opið hús á midnátt. Leygarkvøldið verður opið hús í Siloa, og sunnukvøldið hevur missiónshúsið útimøti við Mentanarhúsið, har bæði manskór og ung luttaka við sangi og vitnisburðum. Sunnudagin kl. 11 verður gudstænasta, har sóknarpresturin Uni Næs prædikar.