Vilmund Jacobsen
Lagt verur fyri á Strondum, síðan í Klaksvík - og at enda verður møti og kunning í Havn.
Frá týsdegnum 15. mars til fríggjadagin 18. mars vitjar Peder Kølle frá Indre Missións bíbliuskúlanum í Børkop, vanliga nevndur IMB.
Peder Kølle hevur verið lærari á IMB síðani 1996, har hann eitt nú undirvísir í rómverjabrævinum, evangeliunum, trúðarverju og prædikulæru.
Sagt verður um mannin, at hann er ein dugnaligur og spennandi undirvísari. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti, sjálvt um tey serliga eru vend móti ungdóminum.
Fyrireikararnir til møtini og kunningina um bíbliuskúlan vísa á, at nógvir føroyingar hava gingið á IMB og hava verið sera glaðir fyri tíðina.
– Peder vónar at síggja fleiri fyrrverandi og ikki minst fleiri komandi næmingar, verður sagt í tíðindaskrivi.
Á hvørjum 5 mánaðar skeiði, sum byrja í august og í januar, verður skipað fyri eini uttanlandsferð í umleið 10 dagar. Um várið gongur leiðin til Etiopia og um heystið til Ísraels.
Um hetta kann lesast á heimasíðuni: www.imb.dk
Fyrireikararnir siga, at Peder Kølle kemur at hava møtir og kunning um bíbliuskúlan á trimum ymiskum støðum, nevniliga í Stranda missiónshúsi týsdagin 15. mars, í KFUM/K í Klaksvík mikudagin 16. mars og í Meinigheitshúsinum í Havn hósdagin 17. mars.
Lagt verður fyri á øllum støðum klokkan 20.