Møtir ikki

Thaksin Shinawatra, sum bleiv koyrdur frá sum forsætisráðharri í Teilandi í september í fjør, ætlar sær ikki at møta í rættinum í Bangkok, har hann er ákærdur fyri svik. Tað var herurin, sum koyrdi forsætisráðharran frá, og hernaðarstjórnin hevur biðið Shinawatra koma heim, so hann kann verja seg. Men fyrrverandi forsætisráðharrin, sum býr í London, sigur, at hann fer ikki heimaftur. Stýrið í Bangkok hevur svarað, at so fer Teiland at krevja hann útflýggjaðan úr Bretlandi.