Fótbóltur
Kristian Restorff Mouritsen hevur fyrr í ár verið og vant við Brøndby, og nú hevur Frem so frætt um evnaríka føroyska leikaran. Danska felagið bjóðaði Kristiani við dreingjaliðnum hjá sær á Týsklandsferð, har Kristian fær høvi at venja og spæla við Frem. Danska superligafelagið hevur tríggjar aðrar føroyingar, nevnliga Gunnar Nielsen, Jónas Næss og Boga Hermanssen, sum allir tríggir eisini verða við í kappingini í Týsklandi. Tað er føroyski fótbóltsumboðsmaðurin, Jákup í Stórustovu, ið hevur fingið ferðina hjá Kristiani í lag.