Møti og málningar í einum

Samkoman Lívdin í Hoyvík skipar páskadag fyri serstøkum møti við framsýning, filmi og drama.

Hoyvík: Tey, sum páskadag fara á møti í Lívdini fáa eitt serstakt møti henda hátíðardagin.
Tema fyri møtið er sjálvandi deyði og uppreisn Kristusar. Men hesaferð hevur ein valt at gera eitt sindur meiri burturúr møtunum.
Tvey møtir eru á skránni henda dagin. Meðan ein við fyrra møtið fer at hava drama á skránni, verður seinna møtið merkt av filmi og eini málningaframsýning.

Málningar úr filmi
Á fyrra møtinum í samkomuni, sum byrjar kl. 10:30 verður drama fyri børnunum.
Tað eru ungfólk úr PVE-eftirskúlanum í Damark, sum í løtuni eru í Føroyum, ið fara at framføra henda dramaleikin. Á hesum møtinum fer eisini Jógvan Zachariassen at tala.
Eftir ein styttri steðg verður síðani farið til seinna møtið henda dagin.
Á hesum møtinum, sum byrjar kl. 12 verða m.a. brot úr filminum "The passion of the Christ" víst. Í samband við hetta fer Anna Háberg at hava nakrar hugleiðingar um líðing Kristusar.
Samstundis við møtið verður eisini ein framsýning av málningum. Í hølinum verða nevniliga málningar eftir Hedvig Jóhansdóttur at síggja.
Hedvig hevur nýtt filmin "The passion of the Christ" sum íblástur til málningar og blýantstekningar sínar.