Mótmæli
Ein byggimeistari í Havn hevur søkt Tórshavnar kommunu um loyvi at byggja fleiri íbúðir á einum matr. nr., sum eitur 720b á Egholmstrøð. Hetta er grundøkið, sum Torvald Poulsen seldi Tórshavnar kommunu og læt ágóðan fara í grunn, sum skuldi veita styrk til útbúgving av ungum føroyingum við listarligum gávum.
Teir fýra borgararnir, sum nú hava vent sær til Tórshavnar kommunu, eru Øssur Dam Jacobsen, Hjalmar Jacobsen, Petur Egholm og Claus Reistrup.
Málið byrjaði tíðliga á sumri 2003, tá ið borgarar við Egholmstrøð frættu sum leysatíðindi, at byggimeistari hevði í umbúna at byggja íbúðir á trøðni.
Skriv varð sent Tórshavnar kommunu um hetta mál, 25. mai 2003, men ikki fyrr enn 22. oktober í ár fingu borgararnir svar. Í svarinum vísti kommunan á brævið, sum varð sent næstan hálvt annað ár frammundan.
- Í brævinum, 22. oktober, upplýsir kommunan, at ein byggimeistari í Havn hevur søkt um loyvi at byggja 10 íbúðir á 74,7 fermetrar og tvær íbúðir á 40 fermetrar.
Teir fýra borgararnir vísa á, at flestu munnu kenna grundøkið, sum Torvald átti á Egholmstrøð, tí hann hevði ein so vakran urtagarð á økinum.
Eftir at kommuna hevur svarað og hevur kunnað um byggiætlaninar, hava borgararnir enn einaferð vent sær til kommununa.
- Vit halda ikki, at gøtan, Egholmstrøð, er egnað til meira ferðslu. Bilar standa altíð parkeraðir á vegnum, og hetta er eitt nú orsaka av vánaligu parkeringsviðurskiftunum í Fjósagøtu og Sornhúsgøtu. Haraftrat kemur, at parkeringsplássið, sum var við bakaríið hjá Gunnleivi, er vorðið til privat parkeringspláss.
Borgararnir vísa á, at vegurin, Egholmstrøð, eisini verður nýttur til spælipláss hjá børnunum, sum búgva fram við vegnum.
- Jansstovugøta, sum er framhald av Egholmstrøð oman til byrgingina við Rasmus Effersøegøtu, er ikki gjørdur til ferðslu. Vegurin er tilsamans 6,85 metrar breiður, og eingin gonguteigur er fram við vegnum.
Teir siga, at hóast kommunan læt gera fimm parkeringspláss í Jansstovugøtu, standa framvegis bilar parkeraðir í gøtuni orsaka av teimum trongu viðurskiftunum.
- Vit halda, at ferðsluviðurskiftini á Egholmstrøð eru vánalig undir verandi umstøðum ? og koma einir 24 bilar aftrat til tær 12 íbúðirnar umframt vitjandi bilar, verða ferðsluviðurskiftini ótolandi.
Í brævinum til Tórshavnar kommunu, 24. oktober, vísa borgararnir á, at økið hjá Torvaldi Poulsen altíð ligið sum ein vakur, grønur blettur tætt við miðbýin, og kommunan hevur eisini brúkt nógvar pengar upp á at hampa og gera økið millum Rasmus Effersøegøtu og gamla urtagarðin hjá Torvaldi grønt og hugnaligt.
- Hesi bæði økini tætt við miðbýin kundu verið eitt gott dømi um, at Tórshavnar kommuna gongur á odda fyri at skapa skipaðar, grønar blettir mitt í Havnini, so okkara eftirkomarar ikki skulu uppliva Havnina sum ein bý, har alt grønt er farið undir betong og asfalt.
Borgararnir siga, at teir síggja fram til, at Tórhavnar kommuna fer at loysa hetta málið á slíkan hátt, at samlaða økið ikki verður ovbyrjað av ferðslu av óumhugsaðari íbúðarbygging, samstundis sum økið 720b framvegis kann vera ein grønur blettur, ið verður liggjandi sum eitt vakurt minni um Torvald Poulsen og áhuga hansara fyri føroysku listini.