Finski høvuðsstaðurin Helsinki verður karmur um altjóðan toppfund, tá amerikanski forsetin Donald Trump og russiski forsetin Vladimir Putin hittast 16. juli. Tað upplýsa keldur í Hvítu húsunum og Kremlin fyri Reuters tíðindastovuni.
Fundurin verður sostatt hildin í kjalarvørrinum at NATO-toppfundinum, ið verður hildin í Brússel 12. til 13. juli.
Hóast teir báðir stjórnarleiðararnir hava hitt hvønn annan tvær ferð áður, so er hetta fyrstu ferð, at teir báðir skulu fundast einsamallir. Fyrstu ferð teir hittust var til ein G20 toppfund í Hamburg síðsta summar og møttust teir aftur í november í fjør til ein APEC-fund í Vietnam.
Mett verður, at teir báðir stjórnarleiðararnir fara millum annað at viðgera støðuna í Sýria, Ukraina og onnur trygdarpolitisk mál.