Eg stúrsaði við. Sum partamaður hjá landsstýrismanninum Aksel Johannesen og framsøgumaður floksins í heilsumálum kenni eg so mikið til málið, at eg veit, at hvørki Jákup Mikkelsen ella Fólkaflokkurin hava nakað sum helst við hetta at gera.
Veruleikin er, at síðsta summar bað landsstyrismaðurin ein serlækna í urologi um at lýsa hvussu urologiien kundi samskipast í Føroyum (urologi snýr seg um viðgerð av landrásinum). Hetta arbeiðið er nú gjørt, og út frá heilsufakligu tilráðingini viðger landstýrismaðurin nú málið. Okkara góði Jákup hevur ongan leiklut í hesum.
Enn verri bleiv møsnið hjá Útvarpinum eina løtu seinni, tá tíðindakvinnan Anna Ellingsgaard borðreiðir við eini pr-søgu aftrat um tann góða Jákup: nevnliga at nú verður ein ryggjadeild stovnsett á Klaksvíkar Sjúkrahúsið - eftir kravi frá Jákupi Mikkelsen ??? Og sanniliga rundar Anna Ellingsgaard av við orðunum: ”Soleiðis sær út til at Jákup Mikkelsen fær síni ynskir uppfylt"!
Hetta er bæði møsn og villeiðandi tíðindi.
Eg havi sjálvur verið so fegin um átakið hjá landsstýrismanninum, um at skipa eitt ryggambulatorium á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tí kenni eg eisini so mikið til tað, at eg veit, at tað var Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum síðsta summar vendi sær til Heilsumálaráðið við eini áheitan ella ynski, um at eitt ryggambulatorium verður sett á stovn í Føroyum, vísandi til tær góðu royndirnar sum donsk sjúkrahús og ryggjasjúklingar høvdu av tílíkum ambulatorium.
Bæði heilsufakliga og politiska niðurstøðan var, at eitt ryggambulatorium kann geva føroyskum ryggjasjúklingum eina munandi betri lívsgóðsku og hava stórar samfelagsligar sparingar við sær. Tí avgjørdi landsstýrismaðurin Aksel Johannesen síðsta heyst – í góðari tíð áðrenn endaligar raðfestingar vóru gjørdar í uppskotinum til fíggjarlóg – at stovnseta eitt ryggambulatorium á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Landsstýrismaðurin fekk neyðuga peningin í fíggjarlógaruppskotið, sum var borið í løgtingið, og har varð játtanin samtykt.
Tí er tað møsn, sum Útvarpskonan segði, at hetta er gjørt eftir kravi frá Jákupi Mikkelsen. Hvørki hann ella Fólkaflokkurin hava havt nakað sum helst við málið at gjørt – annað enn at atkvøtt fyri fíggjarlógini, har henda miljónin varð samtykt saman við øllum hinum.