Danska songkvinnan MØ er kend um allan heimin, og nú um dagarnar gjørdi hon vart við seg í kendum amerikanskum talkshowi.
MØ framførdi saman við elektroniskan bólkinum Snakehips í sendingini Jimmy Kimmel Live. Tey spældu sangin Don’t Leave, og tað gjørdu tey sannførandi.
MØ skal í summar framføra á G! Festivalinum.
Trýst á pílin í myndini omanfyri, og so sært tú framførsluna hjá MØ í Jimmy Kimmel Live.