Múrur millum Ísrael og Palestina, meðan USA og Kina mangan kasta saman

Frásøgn úr ST í New York

Kom til New York seinnapart sunnudagin 19. okt. 2003 saman við umboði úr Grønlandi og umboðum úr Danmark. Mánamorgunin varð fundur settur á donsku sendistovuni, har kunnað varð um mannagongdir á sendistovuni og á ST-fundunum, og um evnir, sum vóru uppi í løtuni í ST. Sum vituligt er, so vóru Miðeystur og Irak frammalaga á skránni, har viðurskiftini framhaldandi eru ótrygg. Hetta hevur eisini merkt orðaskiftið farnu dagarnar bæði á Aðalfundinum og í Trygdarráðnum.

Afrika eigur 70% av málunum, men Miðeystur eigur umrøðuna
Nú fjúrtan dagar eru farnir aftur um bak, skal eg taka saman um nakað av tí, sum farið er fram. Hóast 70% av teimum um 200 málum, sum eru á dagsskrá til aðalfundin hava tilknýti til Afriku, so eru Miðeystur - Palestina og Ísrael saman við Irak - tey lond, sum fáa mestu umrøðu.

Saklig sjónarmið frá bæði Palestina og Ísrael
Áhugavert var at hoyra umboð fyri Ísrael og eygleiðaran fyri Palestina bera røður sínar fram í stóru fundar-høllini í ST. Hesar røður vóru báðar sakliga bornar fram- heldur lýsandi støðuna frá báðum síðum enn kegl, - og tá tú hevði lurtað eftir báðum pørtum, so høvdu báðir partar grein í sínum máli.

Múrurin skilir
ST-tjóðirnar
Tó er nakað, sum skilur álvarsliga, og fær nógv av av limalondunum at verða ósamd við Ísrael, - og er tað tann múrurin, sum Ísrael byggir fyri at verja seg móti atsóknum frá Palestina.
Hesin múrur gyrðir ikki bara Ísrael inni, men skilir á nógvan hátt palestinar sundur, og tað er serliga hetta, sum størsta ónøgdin er um. Væl kann múrurin nýtast sum verja, men oyðilegging av jørð, felling av trøum og vøkstri, og hin psykologiska ávirkanin, hetta byggiverk fær á sakleys fólk, sum ikki kunnu ferðast millum sini egnu, er eitt av heitastu kjakevnum í hølunum av hesari bygging, sum framvegis er í gongd.

Stirvna skrivstovuveldið
í ST
Annað kjakevni í ST-háborgini er bygnaðurin, sum seinastu 10 árini hevur verið fyri stórum atfinningum og nógvum royndum at gera broytingar, uttan serligt hepni. Sagt verður at mál samtykt á sjálvum aðalfundinum verða endurtikin og broytt í tað óendaliga.
Mál, sum verða samtykt á aðalfundinum, hava ikki meiri vekt mótvegis stjórnunum hjá teimum ymisku limalondunum enn vælmeintar áheitanir.

Trygdarráðið er
sterkasti leikari
Øðrvísi er við Trygdarráðnum, sum verður mett, sum mest týðandi forum í øllum ST.
Trygdarráðið hevur 15 limir. 5 fastar limir, sum eru Bretland, Frakland, U.S.A, Kina og Russland. Aðalfundurin velur síðani 10 aðrar limir millum tey lond, sum ikki eru fastir limir at sita í tvey ár í senn.
Føstu limirnir hava vetorætt, so um ein av føstu limunum ikki atkvøður, so er eitt uppskot fallið, - annars skulu i minsta lagi 9 atkvøður til fyri at eitt uppskot er samtykt.
Er eitt uppskot samtykt í Trygdárradnum, so er hetta treytaleyst bindandi fyri eitthvørt limaland, og her er tað, at serliga Týskland, Spania og Italia ikki kenna seg serliga væl, tá Bretland og Frakland saman við hinum spæla við musklunum. So eisini her eru uppskot um broytingar í bygnaðinum væntandi, hóast ringar vónir um broytingar.

Noreg hevur sess - Danmark ætlar sær
Noreg hevur lim í Trygdarráðnum í løtuni, men tá teirra tíð er runnin, so meta danir at teir hava ein møguleika at fáa ein lim. Men einki er avgjørt fyrr enn valið er av um eitt hálvt av, hóast lyftir frá øðrum londum benda á stuðul til Danmarkar. Hetta er bert eitt dømi, um hvussu tilvildin kann ráða. Eitt liggur tó fast, og tað er, at valdu londini - smá ella lítil - eiga formansskapin í Trygdarráðnum uppá skift í ein mánað í senn.
So løgið tað ljóðar, so eru Kina og U.S.A tey lond, sum oftast draga eina línu í málum , sum verða viðgjørt í Trygdarráðnum. Kanska eitt dømi um, at júst Kina og USA eru nýggju stórveldini í heiminum.
At enda - áhugavert er at uppliva stórbýin New York við sínum yðjandi lívi.