Mærsk vil ikki hava vápnaðar vaktarmenn

Í næstu viku fer danska reiðarafelagið at taka støðu til, um donsk handilsskip, sum sigla fram við somalisku strondini, skulu hava vápnaðar vaktarmenn umborð. Navigatørarnir og maskinmenninir taka undir við uppskotinum um vápnaðar vaktarmenn, men tað størsta danska reiðaríið, Mærsk Line, er ikki serliga hugtikið av uppskotinum.

-Trupulleikin er, at ein skipan við vápnaðum vaktarmonnum kann økja spenningin og gera støðuna uppaftur verri, enn hon er. Sum er brúka sjórænararnir byrsur, men tað næsta verður kanska, at teir fara at brúka rakettir og so kanska okkurt heilt annað. Eftir okkara tykki er tað vandamikið at gera nakað, sum kann gera støðuna verri, enn hon er, sigur Søren Andersen, varastjóri í Mærsk Line, við danska kringvarpið.

Tað er greitt, at Mærsk Line og leiðslan í reiðarafelagnum draga ikki eina línu í hesum máli. Í samrøðu við DR tók Jan Fritz Hansen, varastjóri í reiðarafelagnum, undir við hugskotinum um vápnaðar vaktarmenn við skipunum, sum sigla fram við Somalia.