Mærsk við stórum avlopi

Avlopið hjá A.P. Møller-Mærsk fyrra hálvár í ár var heili 20 prosent størri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Felagið boðar í dag frá, at teir fyrstu seks mánaðirnar í ár var avlopið 32,6 milliardir krónur fyri skatt, og tað er eitt sindur meiri, enn greinarar høvdu væntað.

Kortini væntar Mærsk ikki, at 2011 fer at roynast líka væl sum 2010, sum var metgott, hóast eftirspurningurin eftir bingjuflutningi ætlandi verður millum seks og átta prosent størri í ár enn í fjør. Orsøkin er, at fleiri skip eru um flutningin, sigur felagið.