A.P.Møller Mærsk hevur gjørt av at seta nøkur minni skip inn í siglingina millum Miðjarðarhavslondini og USA enn tey, sum nú røkja hesa farleiðina. Sum er brúkar danska reiðaríið skip, sum taka 5.000 20 førur stórar bingjur, til siglingina, men tey verða nú skift út við skip, sum kunnu flyta 2.900 bingjur.
Søren Castbak hjá Mærsk Line sigur við Ritzau, at reiðaríið hevur gjørt av at brúka minni swkip, tí farmurin er minkaður, og ætlandi verða tey fyrstu minnu skipini sett í siglingina longu í næsta mánaði.