Franska oljufelagið Total hevur keypt oljuvirksemið hjá A.P. Møller-Mærsk fyri 47 milliardir krónur.
Tað boðar Mærsk frá í einari fráboðan til partabrævamarknaðin í morgun.
Ritzau skrivar, at Mærsk hevur í eina tíð leitað eftir keypara til olju- og gassvirksemið hjá felagnum. Mærsk hevur í nýggjari strategi avgjørt at savna seg um flutning og logistikk.
Ein partur av handlinum millum Total og Mærsk eru partabrøv, sum hava við sær, at Mærsk frameftir eigur 3,76 prosent av franska felagnum.
Sambært fráboðanini hjá Mærsk fer Total at varðveita skrivstovurnar hjá Maersk Oil í Keypmannahavn og Esbjerg, og Danmark skal framhaldandi verða miðdepil fyri virksmemið hjá felagnum í Danmark, Noregi og Hollandi.