Mær dámar ikki orðið »makt« Tað sigur stjórin í Betri, Ben Arabo. Nú um vikuskiftið hevur Sosialuin gjørt ein lista yvir 25 tey valdmiklastu fólkini í Føroyum, og á tí listanum er eisini stjórin í Betri.
Tá ið FM1 hitti hann seinnapartin í gjár, helt hann, at folk á einum slíkum lista, munnu vera komandi og farandi, men annars dámdi hon ikki orðið makt. Hann vil heldur siga, at hann hevur ávirkan.
– Men at eg eri á einum slíkum lista, er hugaligt, tí tað merkir, at tað samtakið, eg umboðið, er kent, og hevur eina ávísa virðing í samfelagnum, leggur hann afturat.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr stjóran í Betri siga nøkur orð um, hvussu tað er at standa á einum lista yvir tey fólkini í Føroyum, sum hava størst vald. Og, sum sagt, stendur allur listin í Sosialinum hetta vikuskiftið.