Tað er hent so nógv keðiligt her suðuri og serliga í Vági hesa vikuna, men eg vóni, at tað fer at ganga hinvegin aftur skjótt. Eitt positivt er, at fólkatalið í Vági ikki er minkað seinastu 10 árini, sjálvt um tað er minkað í Suðuroynni sum heild hetta tíðarskeiðið. Vágur er ein deiligur býur, sum kann gerast uppaftur betri at búgva í. Við at standa saman skulu vit nokk klára okkum og koma víðari, her búgva nógv dugnalig og arbeiðssom fólk. Fíggjarstøðan hjá Vágs Kommunu er ikki so góð í løtuni, so ringt er at lova nakað. Eg vil tó nevna nøkur av mínum hjartamálum, sum eg vil arbeiða fyri, um eg verið vald í býráðið:
At menna vinnulívið
At menna ferðavinnuna
At kommunan hevur neyva fíggjarstýring
At kommunuskatturin ikki hækkar
At fáa kommunala útjavning
At systkinafrádráttur verður innførdur
At nýggjur dagstovnur til børn verður bygdur
At Suðuroy gerst ein kommuna, og at Vágur fær ein góðan sáttmála
At kommunan gongur á odda við alternativum orkumøguleikum
At vegur verður gjørdur til privat grundstykkir mitt í bygdini, so hesi kunnu brúkast
At bygningar hjá kommununi fáa betri atkomumøguleikar, so fólk við breki sleppa inn
At allir borgarar í kommununi fáa eins viðgerð og virðiliga viðgerð
At ellisheimið og heimið fyri sinnisveik verða bygd
At betra um gongubreytirnar í Vági
At tey ungu fáa ungdómshús
At mentan og ítróttur framhaldandi verða stuðlaði
At 50 metra svimjihylur verður gjørdur, soleiðis at avlopshitin frá SEV kann nýtast
At musikkskúlin fær betri karmar
At kommunan framhaldandi fríðkar um býin
Gott val!
www.uttanflokkalistin.dk
Eileen Sandá
Ferðavinnusamskipari í Suðuroy
Valevni á lista A í Vági