Klokkan 5.30 føroyska tíð byrjar mánamyrking, sum skuldi veirð sjónlig her heima hjá okkum eisini, tó at vandi kann verða fyri, at mánin er farin niður áðrenn. Føroyingar, sum eru tíðliga á fótum í morgin árini, kunnu uppliva eina mánamyrking.
Klokkan 5.30 byrjar mánamyrkingin, sum verður full um 7-tíðina. At byrja við kann verða ilt at síggja, at talan er ein eina mánamyrking, men tað gjerst týðiligari og týðiligari.
Spurningurin er so, um mánamyrkingin sæst fyri veðrinum, men sambært veðurvánunum skuldi tað verið møguligt.
Mánamyrking hendur, tá sólin, jørðin og mánin eru í einari beinari linju, við jørðini í miðjuni.










