Opinleiki er grundgevingin hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, fyri at almannakunngera teir mánaðarligu roknskapirnar hjá almennum stovnum. Almenna fyrisitingin verður framyvir meira opin av hesum tiltaki.
Eitt av endamálunum er, at nú skal hvør einstakur áhugabólkur kunna gera sær sínar egnu metingar av roknskapinum, sum fyrr bara hava verið lagdir fyri serfrøðingar at meta um.
Við hesum kunnu eitt nú tíðindafólk, lesandi, kommunur og politikarar gera sínar egnu metingar av støðuni og altíð vita á leið, hvussu búskaparstøðan er.
Mánaðarroknskapirnir verða almannakunngjørdir á heimasíðuni hjá gjaldstovuni 15. í øðrum mánaði eftir mánaðarlok. Adressan á heimasíðuni er www.gjaldstovan.fo.
Fíggjarmálastýrið metir, at størri tilvitan um landsbúskaparhaldið fer at seta politikarum størri krøv og skapar aðrar fortreytir.