Mín truplasta uppgáva sum leiðari

Tað var svárt at noyðast at ringja til foreldrini og siga, at teirra barn var skatt. Tað er ringasta uppgávan, ið eg havi havt sum leiðari, sigur Jóna Guttesen, leiðari á barnagarðinum Millum Gilja

Hvat ger tú sum leiðari av einum barnagarði, tá eitt starvsfólk ringir og sigur, at seks av tínum børnum hava fingið skaða av einari ferðsluvanlukku?
Tað støðuna kom Jóna Guttesen í 18. oktober 2011.
- Eg varð uppringd av einum av starvsfólkunum við boðum um, at seks børn høvdu fingið skaða niðri á Flatnarvegum á krossinum til Vegin Laga, sigur Jóna Guttesen.
Seks minuttir seinni var leiðarin á staðnum, og longu tá var tamarhald á støðuni.
- Politiið var longu komið á staðin, og hendan ljóshærda, kvinnuligi politisturin hevði fult tamarhald á støðuni og stýrdi arbeiðinum til fulnar, sigur Jóna Guttesen.
Hon fekk kortini einki at vita um støðuna hjá børnunum.
- Teir tríggir pedagogarnir, sum vóru við teimum 17 børnunum og gingu túr, býttu beinanvegin og av sær sjálvum uppgávurnar millum sín. Fólk streymaðu til fyri at hjálpa, og ein kona bjóðaði teimum óskalaðu børnunum innar til sín, so ein av pedagogunum fór innar til hana við teimum 11 børnunum, sigur Jóna Guttesen.
Hon sigur, at tey hava havt fleiri fyrstuhjálparskeið, men eingin kann vera fyrirekaður til eina slíka hending.
- Men tað hendi nær við barnagarðin, og tað var ein hjálp. Tað hevði beinanvegin verið verri, um óhappið hendi úti á Argjum ella onkra aðrastaðni langt frá, sigur Jóna Guttesen.

Tung uppgáva
Tað, ið fyrst og fremst ræður um, er at steðga vanlukkuni, tá hon er hend, men tað gekk so skjótt hjá politii og sjúkrabilum at koma fram, at tamarhald beinanvegin var á støðuni.
- Tað vóru tvey av børnunum, ið høvdu fingið serliga stóran skaða, og tveir av pedagogunum fóru við sjúkrabilinum við teimum báðum. Tað var alla tíðina soleiðis, at arbeiðið gekst av tí besta, og hendan politikvinnan leiddi arbeiðið fyrimyndarliga, sigur Jóna Guttesen.
Hon og politikvinnan gjørdu av, at hon skuldi fara niðan aftur í barnagarðin og ringja til foreldrini og boða frá.
- Men longu tá eg kom niðan aftur, lógu myndir og tekstur úti á onkrum portali, og tí vistu summi foreldur um ferðsluóhappið, men ikki um teirra barn var eitt av teimum, ið høvdu fingið skaða, sigur Jóna Guttesen.
Barnagarðurin Millum Gilja er nomineraður til 53 børn, og tey eru 14 starvsfólk.
- Hendan stovan, sum hesi børnini gingu í, hevði fastar túrar hvønn týsdag, og tey vóru á veg úr bussleið 2 í leið 3, sum liggur nakað niðan eftir Flatnarvegnum, tá óhappið hendi. Og eg má siga, at tað var mín ringasta og truplasta uppgáva sum leiðari at ringja til foreldrini og siga frá, at teirra barn var ikki O.K., sigur Jóna Guttesen.
Hon sigur, at tað hevur verið ógvuliga leingi at bíða eftir rættarmálinum, tí nú er hálvtannað ár gingið síðani hendingina.
- Tú hugsar, nær tað verður, og til endans hugsar tú, um tað yvirhøvur verður, sigur Jóna Guttesen.

Einki broytt
Men tað er kortini eitt, ið uggar og stimbrar, bæði hjá leiðaranum og hjá íblandaðu pedagogunum.
- Vit gjørdu einki skeivt hendan dagin. Vit gingu, sum vit skulu ganga, og tað er ein troyst. Hinvegin kann tað ávirka, tá søgur ganga um, at tað onkusvegna var okkara feilur, at børnini komu so illa fyri, men so er ikki, sigur Jóna Guttesen.
Hon heldur ikki, at tað hevur ávirkað børnini serliga nógv, at hava verið úti fyri slíkari hending.
- Tey tosa um tað viðhvørt, serliga um tey síggja ein politibil ella ein sjúkrabil, men annars haldi eg ikki, at tað hevur ávirkað tey, sigur Jóna Guttesen.
Tað hevur heldur ikki ávirkað, hvørki børn ella foreldur, í mun til at ganga túrar.
- Hvørki forledur ella børn hava noktað fyri at ganga túrar eftir hesa hendingina, og vit hava tosað saman um hetta. Vit hava staðfest, at vit gjørdu alt rætt, og tí hevur heldur ikki verið upp á tal, at broyta mannagongdir, sigur Jóna Guttesen.
Tey sótu júst á leiðslufundi, tá boðini komu um, at ein ferðsluvanlukka var hend, og at seks børn vóru komin til skaða, og varaleiðari á stovninum er Hildur Samuelsen, ið átti eitt tvíburapar, sum var við á túrinum.
- Tað vísti seg, at annar tvíburin var ein av teimum báðum, ið vóru komin ringast til skaða, og Hildur fór tí við sjúkrabilinum út á sjúkrahúsið, sigur Jóna Guttesen.

Skjót og góð hjálp
Leiðarin hevur bara rós og góð orð til ta hjálp, ið øll fingu eftir hendingina.
- Kommunan sendi beinanvegin tveir sálarfrøðingar til hjálpar. Eisini má eg undrast á, hvussu skjót fólk vóru til at hjálpa, beint eftir, at hendingin fór fram. Har var eingin, ið steðgaði av forvitni, øll hjálptu til, sigur Jóna Guttesen.
Hon tekur aftur íaftur kvinnuliga politistin, hvørs navn, hon hevur gloymt, hvussu væl hon skipaði alt arbeiðið á staðnum.
- Óhappið hendi klokkan 12.20, og klokkan var ikki farin meira enn av 13.00, tá øll foreldrini at børnunum í stovuni vóru komin á stovnin. Seinni um dagin hittust øll aftur við tveimum pedagogum, ið kommunan hevði útvega, sigur Jóna Guttesen.
Hon heldur, at tað var ein stór hjálp fyri allar partar.
Eisini fyri teir pedagogar, ið vóru partur av málinum haldi eg, at tað hjálpti væl, at fáa sálarfrøðiliga hjálp so tíðliga, sigur Jóna Guttesen.
Ein mánað seinni høvdu tey ein eftirmetingarfund, har eisini sálarfrøðingar vóru við.
Eg haldi, at vit eru øll komin víðari, og hava fingið hendingina upp á avstand, sigur Jóna Guttesen.
Men størsta hjálpin er helst, at tey vita, at tey einki skeivt gjørdu í sambandi við hetta óhappið, sum lættliga kundi enda verri.