Mín marknaðardagur

Nú skal ovasta loft ruddast, skápini tømast og skuffurnar reinsast. Marknaðardagurin lýsti við, at í fjør vóru øll borðini tømd, og hetta lokkar meg at bíleggja eitt borð

Leygardagin: Ljósastakar, skógvar, og gomul klæði koma oman frá ovasta loftinum.

Ov lítil barnaklæði verða pakkað niður og sminkur, ið eg havi fingið og ongantíð brúkt enda eisini í posunum.


Sunnudagin:

12.30 Marknaðardagurin byrjar um ein hálvan tíma. Borðið kostar 250 krónur, og eg havi fingið tað innasta borðið í Perluni. Ikki gott, hvør tímur at koma inn í hetta tronga hornið, hugsi eg fyri meg sjálva.


13.00 Mínar kurvar eru upp á pláss. Eg selji mest klæði 20, 30 og 50 krónur kosta tey


13.10 Ongin keypt nakað enn. Tolið er ikki tað stóra. Men nógv fólk eru, so tað man fara og laga seg.


13.25 Fyrsti luturin er seldur. Eitt gysiliga ljótt hálsturriklæð, sum maðurin brúkti einaferð í 90-unum. 20 krónur fór tað fyri.


13.35 Mín London-ponsjo fer fyri 30 kr.


13.45 Garnposin við gomlum restum fer fyri 30 kr.


14.00 Eg fari ein lítlan rundtúr. Borðgrannin lovar at selja fyri meg, um nakar er áhugaður. Eg eri burtur í 10 minuttir, og tá eg komi aftur, hevur hon selt fyri 100 krónur. Hvat hevur hon, sum eg ikki havi?


15.00 Selji okkurt smátt. Allar konur taka í lítlu gummiskógvarnar eg selji, men ongin keypur. Eg lækki prísin 25 krónur til 50.


15.30 Eg testi grannan aftur og taki eina pissipausu. Má vita um hon eydnast líka væl hesuferð.


15.40 Nei, tað gjørdi hon ikki. Onki selt tí løtuna eg var burtur.


16.00 Eg lækki prísin. Alt í stóru kurvunum fer fyri 20 krónur, og tað í teimum lítlu fyri 10 krónur. Nú tími eg ikki meira.


16.20 Tað virkaði. Lægri prísurin fær fólk at keypa. Mítt gamla slættijarn og sminkurnar fara.


16.40 Minimala bikiniið, ið eg ongantíð havi passað, fær nýggjan eigara. Jippi!


17.00 Sama kona kemur aftur og keypir restina av mínum sminkum. Fínt!


17.20 Fólk pakka saman og vit fáa meira pláss. Eyka, eyka, eyka prísur. Eg keypi tvær taskir og eina blus frá borðgrannanum.


17.40 Eg pakki saman. Nakað tómt borð síggi eg ongastaðni. Men fólk sýnast hóast alt nøgd við søluna.


Ùrslit:

- Eg seldi fyri 450 krónur

- Allar flestu lutirnir fóru fyri 10-30 krónur.

- Borði kostaði 250 krónur


- 200 krónur og eitt ruddiligari heim er úrslitið


»Sjálvandi eru tað ikki nógvir pengar fyri so nógv arbeiði. Men stóri vinningurin er hóast alt at hava fingið í lag at rudda gomul ting út og fingið eitt rudduligari heim.«