Mín ólavsøka: Tað ringasta er bjöllan

- Tað ringasta er bjöllan, tá hon boðar frá, at ólavsökan er av

- Hvat er tað besta við ólavsøkuni?

Ólavsökan.

 

- Hvat er tað ringasta við ólavsøkuni?

Tað er tann forbannaða bjöllan, sum nakrar tímar eftir fólkafundin á Doktaragrund og felagssangin á Vaglinum, nógv ímóti mínum vilja fer at ringja í heilanum við einum stillum tóna, sum tó má hoyrast til himmals og boðar frá, at nú er ólavsökan av hesa ferð.

 

- Hevur tú eitt serligt ólavsøkuminni?

Í trýssunum, tá eg enn var lágur í götuni og ólavsökan hjá mær fyri tað mesta var skriðin av teimum föroysku klæðunum, sum mamma mín altíð noyddi meg í, meðan eg enn passaði tey, hövdu eg og yngri beiggi mín viðhvört fyri at kappast um hvör okkara, ið kundi telja flestar avdotnar menn fram við vegnum frá Sjónleikarhúsinum og niðan í Gundadal, har vit búðu. Ofta vóru teir fleiri enn málini í einum honboltsdysti, áðrenn langt var liðið á dagin. Serliga ólavsökuaftan. Men hatta er tíbetur ein farin tíð... skriðin av föroyskum klæðum á ólavsöku, meini eg við.