Mín framtíð

Hetta er vinnandi stílurin, sum Rakul Herálvsdóttir Kollslíð skrivaði til kappingina Mín framtíð

Framtíðin er sum eitt putlispæl, ið alla tíðina verður bygt og brotið sundur, og at enda situr tað vónandi akkurát, sum tað skal. Mítt putlispæl er ikki fullfíggjað. Enn er tað bert ein ramma, har einstøku brotmyndirnar ikki eru kendar.

Fyri meg byrjar framtíðin, tá 9. floks prógvið er handað. Tá eru tryggu karmarnir í fólkaskúlanum horvnir, og týdningarmiklar avgerðir skulu takast. Eg havi longu tikið eina avgerð viðvíkjandi mínari framtíð. Eg havi sent umsókn um at gerast skiftisnæmingur í Fraklandi aftan á 9. flokk. Eg havi valt júst Frakland, tí at tað er eitt land við nógvari mentan og einum vøkrum, útbreiddum, men eisini torførum máli. Eitt heilt ár við eini fremmandari familju og eini ókendari mentan, vænti eg, verður ein rættilig uppliving, ið fer at menna meg nógv og fer at hava stóra ávirkan á mínar hugsanir um, hvat eg vil, tá ið eg eri liðug við mína miðnámsútbúgving.

Tá eg eri aftur komin til Føroya eftir eitt ár í Fraklandi, vóni eg at gerast málsligur studentur í Føroya Studentaskúla. Hesi trý árini vil eg arbeiða hart, so eg havi møguleika at sleppa inn á tað fróðskaparsetrið, eg droymi um.

Veruliga avbjóðingin kemur tó ikki, fyrr enn studentahúgvan er komin á høvdið. Tá hevur ein nærum allan heimin framman fyri sær, og sera umráðandi avgerðir skulu takast, ið fara at hava stóra ávirkan á restina av lívinum. Avgerðir, ið veruliga gera av, hvør tú ert.

Tað, at ganga á fróðskapasetri, um tað er í Føroyum ella í útlondum, kemur sum ein sjálvfylgja fyri meg. Eg havi altíð vitað, at eftir miðnámsskúlan fari eg at lesa víðari. Prógv frá einum fróðskaparsetri veitir fleiri møguleikar fyri at fáa eitt gott, spennandi og væl lønt arbeiði.

Eg havi í nógv ár droymt um at ganga á einum virdum og væl kendum universiteti í Onglandi, sum Cambridge ella Oxford, tí eg vænti, at skúlar sum hesir hava góðar lærarar og ómetaliga læruríkar tímar. Men eg veit, at fyri at sleppa inn á ein viðurkendan skúla nýtist ein at hava góð próvtøl og eitt høgt miðaltal.

Hóast hetta er ein dreymur, ið eg leingi havi havt, eri eg lutfalsliga ung, tá eg taki endaligt prógv úr studentaskúlanum. Tí vóni eg, at umstøður vera fyri at seta eina útbúgving saman á ein frían og sermerktan máta, so møguleiki er fyri at taka nøkur lestrarár í Føroyum, áðrenn eg kenni meg nóg sjálvstøðuga at flyta uttanlands. Eg havi leingi hugsað um at flyta úr Føroyum, tá ið eg verði nóg búgvin. Ikki fyri at flýggja úr mínum føðilandi, men tí at eg rokni við, at talan er um fjølbroyttari útbúgvingarmøguleikar, arbeiðsroyndir og avbjóðingar í útlondum. Mær dámar sera væl at búgva í Føroyum, tí familja og vinir altíð eru nær við. Men ein er bert ungur eina ferð, og eg vil gjarna nýta ta tíðina væl og uppliva umheimin við mínum egnu eygum, heldur enn at hoyra um hann frá øðrum. Við hesum sigi eg ikki, at eg ongantíð ætli mær aftur til Føroya at búgva. Tað kunnu verða so nógv viðurskifti, ið koma at gera tað av. Soleiðis sum eg síggi støðuna beint nú, ætli eg mær út í heimin um nøkur ár, men eg fari ikki við avgjørdari meining um ongantíð at koma aftur. Heldur tvørturímóti – eg ætli mær at koma aftur, men veit sjálvandi ikki, um tað verður so.

Fleiri ymiskar orsøkir eru til, at summir ungir føroyingar velja umverðina fram um Føroyar. Tey vilja uppliva okkurt nýtt, síggja eina ókenda mentan ella finna seg sjálvan í einum fremmandum landi. Føroyar eru eitt lítið land og føroyingar lata ikki altíð upp fyri tí fremmanda, tí ókenda og tí, sum víkir frá tí normala. Eg kundi hugsað mær, at hetta ger, at øll ikki føla seg heima í Føroym. Óivað er ikki lætt at skilja seg út úr mongdini og vera øðrvísi, tá ið ein býr í einum somikið lítlum samfelag sum okkara. Vit hava so lætt við at døma onnur. Nøkur kenna tað kanska soleiðis, at tey kúga tann persónin, sum tey veruliga eru ella vildu verið, fyri ístaðin at gerast partur av meginrákinum og fáa okkurt slag av viðurkenning. Í londum, ið eru størri og meira fjølbroytt, trúgvi eg, at tað er lættari at finna fólk, ið hava somu áhugamál sum tú, og tí kanska lættari at føla seg góðkendan av familju, vinfólkum og samfelagnum.

Eg veit ikki við vissu, um mín framtíð fer at síggja út, sum eg havi myndað hana her. Tað er torført hjá einum fólkaskúlanæmingi at vita, hvussu framtíðin fer at síggja út. Nógv kann broytast eftir fáum ár. Dreymar og hugsanir, ið ein hevur nú, eru møguliga horvin um nøkur ár, og nýggir eru komnir í staðin. Á hendan hátt broytist putlispælið alla tíðina, og brotmyndir verða bygdar upp og tiknar niður aftur, men bert tíðin kann vísa, hvussu putlispælið at enda fer at liggja.