Tilfar:
Sólsikkukjarnur
Soja
Mannagongd:
Lat sólsikkukjarnirnar á turra pannu. Set hitan til.
Rista sólsikkukjarnirnar á miðal hita, í einar 10 minuttir.
Sólsikkukjarnirnar skulu ristast soleiðis, at tær bara akkurát fáa lit. Vend
kjarnunum av og á á pannuni og hav eyga við, at tær ikki verða brendar.
Tá ið sólsikkukjarninar eru ristaðar, tak tær av pannuni og lat soja útyvir
tær, ímeðan tær enn eru heitar. Blanda væl saman. Hvussu nógva soja tú
ynskir at lata útyvir, er upp til tín. Eg brúki einar 2 spsk til eina
pannu(vanl.std)av sólsikkukjarnum.
Lættast er, um tú ikki fyllir ov nógvar
sólsikkukjarnir á pannuna í senn.
Sunt og lekkurt ábit!
Lekkurt at geva børnunum við í tann sunna matpakkan, eitt satt hitt!
Smakkar eisini væl afturvið einari salat.











