Málverjin oyðilegði málið

Símun Samuelsen, sum beint fyri dystarlok syrgdi fyri, at Føroyar hóast alt fingu ein vakran enda upp á undankappingina, mátti eftir hetta hoyra nógvar glósur frá liðfeløgunum. Ikki minst, tí teir flestu vildu sáa iva um, hvørt talan var um eitt skot uppá mál, ella um tað bert var eitt hálvkiksað innlegg, sum málverjin beindi í meskarnar.
Men sjálvur var hann ikki í iva, tá vit spurdu hann um hetta.
- Tað var eitt skot upp á mál og ikki nakað innlegg. Sjálvandi var eg heppin, at bólturin fór inn, men tað skal so eisini til.
Tú hevði kanska heldur ikki so nógvar møguleikar at velja í í hasi støðuni?
- Nei. Bólturin varð spældur langt fram, og nart als ikki við hann, fyrr enn eg skeyt. Eg sá, at málverjin var í ferð við at flyta seg úteftir, tí hann væntaði eitt innlegg, og so smekkaði eg til. Eg royndi eisini at skrúva hann inn ímóti málinum, og tíbetur var hatta tann eina ferðin av túsund, at ein slík roynd eydnast.
So tú ivast ikki í, at málið skal standa í tínum navni og ikki sum sjálvmál?
- Nei, tað geri eg ikki. Eg eri púrasta vísur í, at bólturin hevði farið í málið, um málverjin ikki hevði nortið við hann, so í veruleikanum oyðilegði hann málið, segði ein avgjørdur Símun Samuelsen at enda.