Málverji handtikin fyri dráp

Pablo Migliore, sum er málverji í argentinska felagnum, San Lorenzo, varð eftir ein landskappingardyst sunnudagin handtikin, illtonktur fyri at hava viðvirkað til dráp í 2011.

 

Pablo Migliore og hansara San Lorenzo taptu sunnudagin 0-1 móti Newells Old Boys í bestu argentinsku deildini. Tá málverjin kom til hús, varð hann handtikin, skrivar BBC.

 

Politiið leitar eftir Maximiliano Mazzaro og tveimum øðrum persónum, eftir at Boca Juniors viðhaldsmaðurin, Enersto Cirino, varð dripin undur ófriði í 2011. Migliore, ið áður hevur spælt í Boca Juniors, er undir illgruna fyri at hava hjálpt hinum trimum.

 

San Lorenzo forsetin, Matian Lammens, sigur, at handtøkan kom heilt óvart á Migliore.

 

- Hesum roknaði hann ikki við. Vit far at fáa hann leyslætnan, sigur Lammens.

 

Sakførarar hjá Pablo Migliore hava sagt, at San Lorenzo málverjin einki samband hevur við Maximiliano Mazzaro.

 

Ákærar siga, at Maximiliano Mazzaro er ein av leiðarunum í »barra brava«, ið er ein bólkur av harðrendum viðhaldsmonnum hjá Boca Juniors, og at teir hava prógv, sum knýta Pablo Migliore til Mazzaro.