Tað byrjaði eisini væl fyri heimaliðið, tá Berbatov legði teir á odda tíðliga í dystinum, men Aston Villa slókti skjótt veitslurómin. Við tveimum málum frá dananum, Martin Laursen, og einum frá Agbonlahor legði Aston Villa seg á odda 3-1 undan steðginum, og beint eftir steðgin økti Gardner til 4-1. Men so vaknaði Tottenham, og innan fyri teir síðstu 20 minuttirnar skoraðu Chimbonda, Keane og Kaboul hvør sítt mál, so undirhaldandi dysturin endaði við einum 4-4 javnleiki.