Orðið 'tjóð' er sama orð sum tað týska 'deutsch' og hevur bara týdningin 'fólk' ella 'hópur av fólki'. Tí kalla íslendingar týskarar fyri tjóðverjar.
Men onnur orð eru, sum eru líka ljót. Til dømis 'altjóðagerð'. Hetta skrímslið er ljótt upp á fleiri mátar. Tað minnir um pressuger og illgerð og brotsgerð. Og so er tað eisini rimpað saman við makt. Vit høvdu fenomenið 'inter nationes' = millum fólkini, fólkanna millum. Tað verður brúkt í politiskum týdningi (fæloysingar í øllum londum, gangið saman!), og ein vakur sangur eitur eisini internationali. Vit kenna eisini orðið 'transnationalt', sum verður brúkt um kapitalistiskt virksemi tvørtur um lond og fólk - ikki at forveksla við tað internationala, sum sameinir fólkini. Men hvønn semantiskan førning hevur so 'altjóðagerðin'? Skulu vit internationaliserast, og hvat er so tað? Nógv hentari er orðið 'globalisering'. Øll kenna (og summi eiga) ein globus. Navnframir globetrottar eru Leivur Hepni og Christoffer Columbus, so globaliseringin hevur altíð verið. Nakað annað er, at hon er nógv intensiverað hesa seinastu tíðina, hóast tær virðisleysu pengamilliardirnar satt at siga ikki tykjast hava so stóra bindikraft. Lat okkum varðveita orðið 'globalisering'. Tá ið vit kunnu spasera og fernisera og modernisera og tapetisera, so kunnu vit eisini globalisera. (AN)