Fólk, sum hava til arbeiðis at bera boð gjøgnum bløð og kringvarp, eiga at vita, at tað er stílmunur á orðum. Tað ber ikki til at brúka orðini hvørt um annað. Hvørt orðið hevur sín førning, sína konnotatión, og tað má passa inn í orðagarðin upp á sama máta sum tann hóskandi steinurin og tað henta klípið.
Her verður hugsað um tey sagnorðini, sum hava týdningin kasta ella koyra. Vit hava blaka, varpa, tveita, hirða, sleingja, koyra, skumpa, fíra og onnur. Tað ger ikki tað sama, hvat orð verður brúkt. Vit kunnu kasta perlur fyri svín; vit kunnu senda eina heilsu til ein skyldmann, men vit kunnu ikki sleingja hana. Vit kunnu varpa ein ófriðarkropp út fyri dyr, men vit kunnu ikki fíra ein heiðursgest til borðs.
Vit hoyra á hvørjum ári tann 6.august um, at USA hendan dagin í 1945 tveitti atombumbuna yvir Hiroshima í Japan. Hvat merkir at tveita? Vit kunnu hyggja hjá Svabo (1773). Har stendur, at ‘tveita’ merkir: slænge, kaste med foragt.
At brúka ‘tveita’ í sambandi við nakað so tragiskt og álvarsamt sum atombumbumorðini í 1945 er ein stílur, sum í besta føri kann kallast tvitin. Vilja kringvarpsmenninir lýsa sína vanvirðing fyri teimum hundraðtúsundtals japansku ofrunum fyri brotsverkið? Neyvan. Teir duga ikki frægari. Hví brúka teir so ikki tað neutrala ‘kasta’ ella ‘sleppa’? Vit kunnu finna forkláringina í tí barnagarðs-filologiini, sum ræður í Føroyum: ‘kasta’ líkist donskum, og tí verður tað valt frá.
Ella kanska, kann onkur halda, er talan um ein antistíl, sum fimir miðlamenn hava sett sær fyri at dyrka. Tað ræður um at finna tað orðið, sum júst ikki hóskar. Hesin tankin var ikki fjarur, tá ið CHE-samgongan slitnaði. Tað bleiv jabbað upp í saman, at Jóannes Eidesgaard hevði tveitt tjóðveldið úr samgonguni. Vit síggja fyri okkum: annars fattir og andbráðir fullveldismenn verða riknir á dyr. Høgni stiklandi eftir helluni í Tinganesi, Tobbi tvíbuktaður út gjøgnum hurðina á fiskimálaráðnum. Óluva í fínum stakki trillandi oman gjøgnum trappuna á mentamálaráðnum. Hvat er hetta fyri stílur? Hvat er hetta fyri virðing? Hvat er hetta fyri fólkaskikkur? Føroyskt er hetta í hvussu er ikki. Á normalum føroyskum (sum altso ikki er høgt í metum í miðlaheimi) eitur tað, at løgmaður hevur koyrt tann og tann frá. (MT)