Máltænastan hevur fingið hendan fyrispurningin: Hvussu ber tað til, at útvarpið og aðrir fjølmiðlar nú í heilum “siga fólki úr starvi”, tá ið tað vanliga eitur: “hann bleiv uppsagdur, stjórin segði alt arbeiðsfólkið upp.”?
Hetta er ein gáta, tí tann klossuta formuleringin “siga úr starvi” er bæði óneyðug og óklár. Ein forkláring kann vera, at tað á donskum eitur “sige op” ella “opsige”. Og at líkjast donskum tykist vera deyðssynd millum málstjórar. Men “siga upp” er eisini føroyskt. J. C. Svabo (1773) hevur á síðu 706: ”siä up”, og Jóannes av Skarði hevur í sínari donsku-føroysku (1977) undir uppslagsorðinum 'opsige' ”siga ein upp”. Her hevur hann púra rætt: siga upp pluss hvønnfall, og soleiðis málbera fólk seg, sum ikki eru farin av málinum ella skumpað av málinum. Tað eitur "hon segði børnunum eina søgu" (subjekt + verbum + dativobjekt + akkusativobjekt). Men er einki dativobjekt, stýrir 'siga' hvønnfalli: hon segði hann vera sjúkan, teir søgdu hundin av, hann segði hana upp. Tað eitur eisini at fáa eina uppsøgn og ikki úrsøgn.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvørji argument eru fyri at brúka tað hátíðarliga og eitt sindur komiska "siga úr starvi", hvørja ferð onkur fær fótin. (MT)