Jústinus Leivsson Eidesgaard
Føroyska málið líðir last av teimum sum misbrúka tað, og viðhvørt serliga av teimum sum í bestu meining royna at bøta upp á tað.
Í Sosialinum týsdagin nakað aftan fyri síðuna, har »Todøe« fekk sína Andreu, síggja vit mynd av dámligum kvinnum. Hetta eru teir fyrstu nemingar-náms-frøðingarnir. Haaa!
Nemingarnámsfrøðingarnir. Her er 24 bókstavir í orðinum, og tað kunnu vit so ikki kalla fyri liðiligt og snøgt orðasmíð. Hví ikki kalla yrkið hjá hesum kvinnum fyri neming og kvinnunar fyri nemingar. Stutt og greitt og sigur júst hvat tað snýr seg um. Lat síðan kundan ella sjúklingin avgera um tær eru serfrøðingar ella ikki.
Bløðini fáa ofta skotið í skógvarnar, hvussu vánaliga tey handfara málið. Tó erligt talt, hvussu skulu vit journalistar í eini yvirskrift handfara orðið nemingarnámsfrøðingar. Hetta orðið er so klossut, at tað sleppur ongantíð í eina høvuðsyvirskrift, um so allir nemingarnámsfrøðingar á norðaru hálvu doyðu samhaldsfast fyri egnari hond.
Eg veit ikki, hvør er komin við hesum námsfrøðingunum í føroyska málið. Eg verið altíð mintur á kolanám og svartar kolanámsserfrøðingar, tá eg síggi hetta orðið. Tá eg gekk í skúla á Strondum fyri 30 árum síðan var hetta orðið ikki til, ikki har inni í hvussu er.
Síðan Florence Nightengale gekk við lampuni í Krimkrígnum fyri 150 árum síðan, hevur vakra orðið sjúkrasystur verið vørumerki fyri umsorgan og kærleika hjá sjúkum.
Nú eru sjúkrasystrarnar deyðar, og vit hava fingið sjúkrarrøktarfrøðingar. Ja tit lesa rætt, 22 bókstavir skuldu til fyri at finna eitt annað orð fyri snøgga og sigandi orðið sjúkrasystir. Ja og sjúkrarøktarfrøðingurin er væl bara stovnurin í orðinum. So koma heitini afturat, fyri at vit kunnu skilja hvønn sjúkrarøktarfrøðing talan er um. Á landssjúkrahúsinum munnu so eisini finnast doyvingarsjúkrarøktarfrøðingar og deildarsjúkrarøktarfrøðingar og í vanligari tala mugu vit eisini røða um serdeildarsjúkrarøktarfrøðingar, ja, og her í seinasta orðinum vóru 31 bókstavir.
Er orðið sjúkrasystur ikki nóg gott, lat okkum so stytta tað niður í systur. Eitt orð, sum vísir til umsorgan og kærleika, og tað er væl tað sum verður høvuðsyrkið hjá sjúkrasystrunum framyvir. Bretar brúka stutta orðið »nurse«.
At seta orð saman til tú hevur fingið tað við, sum heitið fevnir um, er ikki orðasmíð. Orðasmíð er at smíða nýggj orð, og tí kundi orðið bøga eins væl verið nýtt, tá talan er um umsorgan fyri fólki. Bøga, eitt heitt og fjálgt orð.
Sjálvur er eg fegin um mítt starvsheitið sum journalistur ella kanska skjótt rithøvundur. Um eg eri serjournalistur ella serrithøvundur, tað lati eg lesaran um.
Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga.










