Tað hevur sæð eitt sindur óvist út hjá KÍ til komandi kappingarár, tí fleiri spælarar ikki halda fram, men seinastu dagarnar hevur pennurin verið frammi fleiri ferðir á KÍ-loftinum. Árni Frederiksberg er komin til úr B36, og Jákup B. Andreasen, sum annars flytur til høvðussaðin at búgva, hevur longt.
Í kvøld er tað lokali áleyparin, Páll A. Klettskarð, sum hevur gjørt tvey ára sáttmála við KÍ, sum komandi ár skal spæla í Evropa. Eftir eitt hálvt ár í Italia í 2019, hevði Páll A. Klettskarð eitt sindur torført við at vinna sær pláss á liðnum í seinnu hálvu í meistaraárinum.
Í ár hevur hann verið fastur maður í álopinum, har hann eisini hevur skotið 12 mál. Samanlagt er hann bara eitt mál aftanfyri legendariska Kurt Mørkøre. Tað hevur heimasíðan hjá KÍ eisini viðmerkt, tá boðini blivu kunngjørd.
- Páll Klettskarð er sjálv ímyndin av KÍ, og hann er leikarin við flest dystum fyri KÍ í hópinum. Honum manglar heilt fá mál til at taka metið hjá Kurt Mørkøre, sum mest skorandi KÍ leikarin nakrantíð. Við einum tvey ára sáttmála er mest sannlíkt, at Páll tekur metið. Vit eru glað fyri, at Páll vil vera verandi í KÍ, tí tað er sera umráðandi við slíkum lokalum flaggberarum í hópinum, sum kunnu føra KÍ mentanina víðari til ungar leikarar og teir leikarar, sum koma uttanífrá. Vit gleða okkum til fleiri góðar løtur, har "Klettskarð" verður rópt úr hátalaranum við Djúpumýru, skrivar heimasíðan hjá KÍ.
Tað ljóðar, at René Shaki Joensen eisini er á veg til KÍ. Hann er ónøgdur við sín leiklut í HB, men har er avbjóðingin, at hann hevur sáttmála fyri komandi kappingarár.