Málsetningurin er framvegis 10 mál

Uros Stojanov hevði sett sær fyri at skjóta 10 mál í ár, og tann málsetningurin er framvegis galdandi.

Serbiski málrevurin hjá ÍF, Uros Stojanov, hevur fingið eina frálíka byrjan upp á kappingarárið 2021, og við tveimum málum í 3-1-sigrinum á TB í gjár hevur hann nú skotið trý mál í fyrstu tveimum dystunum og er toppskjútti í Betrideildini.

Í samrøðu við Fótbóltsblaðið hjá Miðlahúsinum undan hesum kappingarárinum segði Uros, at persónligi málsetningur hansara fyri árið var at skjóta 10 mál, og hóast hann longu er komin upp á trý mál, so er málsetningurin óbroyttur.

- Málsetningurin er framvegis 10 mál. Røkki eg tí málinum, so kann eg hugsa um at seta mær onnur mál, sigur 32 ára gamli áleyparin, sum aðru ferð upp í slag er kosin at vera á vikuliðnum hjá Sosialinum.

Les eisini: KÍ eigur flestar á vikuliðnum

Eftir 3-1-sigurin á TB í gjár er ÍF komið upp á fýra stig. Ársins fyrsti dystur hjá ÍF endaði við 1-1-javnleiki ímóti EB/Streymi.

- Vit kunnu ikki vera annað enn nøgdir. Í útidystinum ímóti EB/Streymi kundi alt henda, og teir misnýttu eitt brotsspark í síðstu løtu. Ímóti TB í gjár kundi spælið verið betri, men tey trý stigini vóru væl uppiborin, og vit eru nøgdir við at hava fingið fýra stig, sigur Uros.

- Leikararnir samstarva væl, og liðavrikini hava verið góð. Vit renna nógv fyri hvørjum øðrum, og tað er tað, sum hevur tryggjað okkum tey fýra stigini, sigur Uros, sum tó ikki ætlar sær upp at flákra.

- Vit taka ein dyst í senn, og í løtuni hugsavna vit okkum um næsta mótstøðuliðið, 07 Vestur, har vit ætla okkum trý stig. Vit leggja ikki trýst á okkum sjálvar, men vóna at gera tað betri enn síðsta kappingarár, sigur Uros Stojanov.