Málrevur aftur í 07 Vestur

Uppflytarnir hava fingið ársins spælara aftur í felagið

Fyri løtu síðani skrivaði 07 Vestur sáttmála við Søren B. Nielsen, sum í fjør gjørdist bæði ársins spælari og toppskjútti í felagnum.

 

Les eisini: Leita eftir avloysara fyri Thiago

 

Jim Sonni Guttesen, formaður í 07 Vestur, segði við ítróttarSosialin í gjár, at Søren Nielsen er aftur í landinum við tí fyri eyga, at gera sáttmála við felagið.

 

Les eisini: Thiago vil bara spæla fótbólt - slatur feldi stjørnuspælaran

 

Hann skoraði heili 26 mál í 1.deild í fjør, men sáttmálin bleiv upprunaliga ikki longdur. Eftir at sáttmálin við Thiago Pinto Borges bleiv uppsagdur, byrjaðu samráðingar aftur. Nú er greitt at Søren Pedersen verður partur av 07 Vestur komandi kappingarár.

 

- Vit fáa Søren Nielsen aftur til felagið í vikuni. Hann kemur at venja við, við tí endamáli at gera sáttmála. Vit vænta eisini at fáa Gunnleiv Olsen til lands aftur, eftir at hann fór at sigla, sigur Jim Sonni Guttesen.

 

Panic aftur

Líkt er eisini til, at ein gamal kenningur á miðvøllinum verður at síggja aftur í ár. Talan er um serbiska Jovan Radinovic-Panic, sum hevur spælt við 07 Vestur øll árini síðani felagið sá dagsins ljós.

 

- Hann hevði trupulleikar við sjúku í fjør, men hann er nú komin fyri seg. Hann verður eisini at síggja kring hópin, sigur Jim Sonni Guttesen.

 

At enda leggur hann afturat, tað framvegis er pláss fyri einum profili í hópinum.

 

- Vit leita eisini eftir einum profili afturat, men tað verður nokk ikki fyrr enn í evstu løtu, um tað verður til nakað, sigur Jim Sonni Guttesen, ið vónar at fólk fara at stuðla felagnum væl í ár.