Hondbóltur ? menn
Kanska ikki avgerandi ? men í øllum førum ein týðandi ? dysturin í stríðnum um bronsumerkini varð leiktur inni á Skála sunnudagin, tá StÍF tók ímóti H71.
Hóast tað á stigatalvuni eru fleiri um boðið, so verður fyrst og fremst roknað við hesum báðum í stríðnum um bronsuna, og skal metast eftir sunnudegnum, so er tað í løtuni StÍF, sum liggur best fyri í hesum.
Í einum málríkum ? og til tíðir undirhaldandi ? dysti eydnaðist nevnliga StÍF at vinna sigur, sum eisini var hampuliga sannførandi, tá avtornaði.
Í fyrra hálvleiki var munurin millum liðini annars ikki hin stóri. Heimaliðið hevði kanska takið, men tó ikki meira enn so, at H71 við einum væl upplagdum Bjarna Wardum alla tíðina var í hølunum á teimum, og eitt skifti enntá var á odda.
Í seinna hálvleiki gekk somuleiðis hampuliga javnt á, men tað var alla tíðina líkt til, at StÍF skuldi strúka avstað við sigrinum. Ikki minst tí hoyvíkingar høvdu sera ilt við at gera sær dælt av teimum yvirtalsstøðum, sum íkomu undir dystinum.
Tað var tó ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar ella so, at veruligt glið kom á heimaliðið. Hoyvíkingar vórðu trýstir at satsa meira í royndunum at vinna dystin, og hetta kostaði í verjupartinum, og tá hetta so var hent, góvu gestirnir skarvin yvir.
Við sigrinum tryggjaði StÍF sær ein hampuliga fyrimun í stríðnum um bronsuna, og so er spurningurin, um teir fara at sýna ein størri stabilitet hesaferð, enn tá teir vóru í líknandi støðu í grundspælinum.
Ofta hevuir tað verið soleiðis, at liðið er sterkari í endaspælinum, og verður hetta galdandi aftur í ár, er lítið at ivast í, at bronsumerkini koma til høldar.
Hjá hoyvíkingum er ikki annað at gera, enn at reisa seg aftur, tá høvi býðst. Fyri fyrst eru teir í øllum førum settir av í bronsustríðnum, og skal hetta vinnast aftur, er í øllum førum neyðugt, at dystirnir moti veikaru liðunum í deildini kasta stig av sær. Heldur ikki hjá teimum var stabilitetur nakað, sum eyðkendi liðið í grundspælinum, og tí er tað fyrst og fremst hetta, sum teir nú eiga at sóknast eftir.
Dysturin tølum
StÍF-H71 37-31 (16-14):
Malskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 8(2), Janus Trýgvason 8, BEnt Djurhuus 7, Costin Dumitrescu 4, Andre Danielsen 4, Marius Joensen 3, Jón Rasmussen 2, Sveinur Justinussen 1
H71: Bjarni Wardum 15(5), Halgir Dahlø-Olesen 5, Hallur Danielsen 4, Finnur Hansson 3, Kristjan Petursson 3, Anfinnur N. Debess 1
Brotskøst: StÍF 2, H71 5
Útvísingar: StÍF 6, H71 4
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum










