Málmaðurin hjá enska felagnum Wigan, Chris Kirkland, kom illa fyri í fótbóltdysti um vikuskiftið. Stutt fyri hálvleiksstegðin fekk Kirkland ein brest í høvdið. Hann kom tó fyri seg og spældi fram til stegðin. Í halvleikssteðgin fór hann í sjokk í skiftingarrúminum.
- Eini seks ella sjey av okkara fólkum vóru um hann, og tey stúrdu fyri honum, sigur venjarin Paul Jewell.
Kirkland varð sendur á sjúkrahús til kanningar, men tað verður sagt, at hann hevur tað gott nú










