Málleyst í hálvt annað ár

Føroyar hava í 17 mánaðir spælt seks landsdystir uttan at megna at fáa bóltin í mótstøðumálið

Tað gongur striltið við málskjótingini hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Leygardagin løgdu Føroyar rygg til 2-0 heimatap ímóti Ukreina. Hetta var sætti landsdysturin á rað, at Føroyar ikki megnaðu at fáa mál.
Í fjør spældu Føroyar fimm landsdystir. Tilsaman endaðu teir við 2 málum til mótstøðulondini og einki til Føroyar.
Tað skal leitast aftur til 8. oktober í 2005 fyri at finna fram til síðst, tá ið Føroyar fingu mál. Í síðsta landsdystinum í 2005 vóru Føroyar á útivølli í Tel Aviv imóti Ísrael. Heimaliðið legði seg á odda 1-0 og 2-0, men talan gjørdist ikki um stórtap í síðsta dystinum hjá Henrik Larsen við róðrið.
Í yvirtíðini í síðsta HM undankappingardystinum minkaðu Føroyar um munin til 2-1. Málskjútti ta ferðina var Símun Samuelsen. Hetta er higartil einasta landsliðsmálið hjá Símuni.