Müllersøgan: Poul Müller hevði fyrstu telefon í Grønlandi

Í umrøðuni av Müllerættini í Havn koma vit nú til tann seinasta, nevniliga Poul, triðja sonin hjá Marin Kristinu og Hans Christopher Müller, sýslumann í Havn. Sum øll hini hevur hann sína serligu søgu, sum vit fara at hava í tveimum pørtum

11. partur

Tað var Poul Müller, sum var upp­runin til hesa greinarøð, sum var grundað á tey nógvu brøv, sum hann legði eftir seg. Tí er longu sagt nokk so nógv frá hansara søgu.
Hesi brøv eru tó flest øll slík, sum hann hevur fingið. Hann hevur eisini sent ein hóp av brøvum, men tey kenna vit sum so einki til Tí hevur myndin av Poul verið eitt sindur ófullfíggjað.
Men kortini ber til at geva eina nærri mynd av Poul. Í ár 2000 skriv­aði Lars Dyrløv Madsen, les­andi við Roskilde Universitets­center, eina ritgerð um menning av svart­­kalva­veiðu í Jakobshavn seinast í 1800 talinum, har Poul var undan­gongu­maður.
Henda ritgerð viðgerð eisini Poul sum persón, og er henda fyrra greinin grundað á nevndu ritgerð.

Gjørdist triði kolonistjórin í ættini
Poul var kolonistjóri í Jakobshavn/Ilulisat frá 1892 til 1901, tá ið hann doyði. Sum áður greitt frá, vóru beiggi hansara, Rasmus, og svágurin, Grøn­lands Johan, kolonistjórar í Grøn­landi um somu tíð. Sostatt hevur ættin havt stóra ávirkan í Grøn­landi seinast í 19. øld
Kolonistjórin var ovasti myndug­­leikin hjá kongaliga handli­num í koloni­ini. Hann hevði eisini ábyrgd­­ini av øllum fólkum undir »dansk ret.«
Í Jakobshavn vóru umframt koloni­­stjórin og ein danskur assis­tent­ur níggju mannligir grøn­lend­skir hjálparar. Hesir skuldu gera alt fyrifallandi arbeiði. Um­framt var konufólk, sum hjálpti til heima við hús.
Arbeiðið hjá kolonistjóranum var nógv at fást við umsiting, eisini við skráseting av tí vinnuliga virkseminum.

Poul fer til Grønlands
Poul var føddur í Havn 15. desember 1861, og hann varð doyptur í Havnar kirkju 23. mars 1862.
Poul fekk eitt gott prógv frá realskúlanum í Havn í 1877. Hann arbeiddi síðani tvey ár hjá fútanum í Havn, haðani hann fekk framúr gott ummæli.
Í 1881 fekk Poul starv hjá konga­liga grønlendska handlinum í Keyp­mannahavn, og í 1883 varð hann sendur til Christianshaab at arbeiða hjá handli­num. Frá 1886-1888 hevði Poul farloyvi orsakað av eini oyrna­sjúku, sum gjørdi, at hann líðandi gjørdist nærum púra deyvur.
Í 1891 kom Poul til Jakobshavn sum assistentur. Í 1892 gjørdist hann virkandi kolonistjóri, og árið eftir kom hann í fast starv.
Poul doyði 19. november 1901 av »bróstsjúku,« í veruleikanum tuber­klum. Tað hjálpti ikki uppá sjúkuna, at hann ikki spardi seg sjálvan.
Poul varð jarðaður 24. november og fekk ein sermerktan gravstein, sum enn minnir um hann. Grav­steinurin ímyndar eitt træ.

Áhugaður fyri alt, sum hevði við náttúru at gera
Sagt verður um Poul, at hann um­framt sítt arbeiði sum koloni­stjóri, eisini var áhugaður fyri frítíðarlívi í grønlendsku náttúruni. Hann fiskaði og fylgdi við í djóra- og fugla­lívinum eins og beiggin Rasmus. Hesin áhugi kom eisini fram í teimum brøvum, hann fekk frá beiggjanum Hans Christian, sum fór til Amerika, ein áhugi teir vóru felags um.
Poul hevur eisini skrivað nokk so nógv niður av tí, sum hann eygleiddi í Grønlandi um fugl, kóp og fisk, og er hetta til skjals á Kongaliga Bókasavninum.
Eisini innsavnaði Poul fitt av fugli til at stappa út, ta tíð hann var í Grønlandi. Poul fiskaði eisini síl. Hann dugdi væl at koyra við hundum, og hann hevði 40 hundar, sum var roknað fyri at vera nógv tá í tíðini.

Fyrstur við telefon í Grønlandi
Poul var frammarlaga við nú­tím­ans tøkni. Hann hevði eina tele­fonskipan í kolonistjóra­húsi­­n­um, og hevði hann sostatt telefonsamband við bygningarnar hjá handli­num. Hetta var helst fyrsta telefonskipan í Grønlandi. Tað er merkis­vert, hvussu skjótur hann hevur verið, tá hugsað verður um, at Bell uppfann telefonina í 1881. Telefonin kom jú ikki í Føroyum fyrr enn í 1906.
Poul var eisini íðin fotografur, og hansara myndir eru til skjals á søvnum í Grønlandi og Danmark. Myndirnar hjá Poul Müller eru, um ikki tær elstu, so millum tær eldru í hesum søvnum. Hetta áhugamál hevði hann til felags við pápan.

Kundi vera ov stívrendur
Poul hevði eitt stórt djórahald i, og hetta gav honum eisini trupulleikar í lokala samfelagnum.
Hetta elvdi eisini til fleiri stríðs­mál. Eitt mál av hesum slag var, tá ið Poul kravdi endurgjald, tí hundar vóru lagstir á seyðin hjá honum á eini oyggj. Hundarnir høvdu dripið fleiri seyðir.
Men hesum fekk Poul einki burtur úr. Hann skuldi havt vitað, at á fjøru, og tá ísur var, sluppu hundarnir lættliga út á oynna.
Hetta dámdi ikki Poul, og sagt verður, at hann var í øðini og gav ilt av sær um hesa avgerð.
Hetta hevur ikki verið væl upptikið millum íbúgvarnar, har hundahald var grundarlagið fyri samfelagnum, og har illsinni van­liga ikki varð góðkent.

Djór og plantur
Hvussu fjølbroyttur Poul var, sást í øllum djórunum hann hevði. Tað var seyður, høsn, dúgvur, villgæs, kaninir, geitir og svín. Tað hevur kravt eitt stórt innhegnað øki at hava pláss til øll hesi djórini og støðugt at skula verja tey móti hund­un­um. Tað má eisini hava verið eitt stórt arbeiði at útvega fóð­ur so norðarlaga á knøttinum. Men hetta tyktist kortini at rigga væl.
Eisini dyrkaði Poul plantur, blómur og grønmeti. Dømi um hetta eru persilla, karsa, salat, blomkál, røtur, kál og blómur sum rósir, nelikar o.s.fr.

Óvinur við prestar, men vinur við læknar
Eina ferð um mánaðin var donsk gudstænasta í kirkjuni. Men her møtti Poul ongantíð upp. Hetta var ikki væl upptikið í einum kristnum samfelagi. Men serliga var hetta illa upptikið av danska prestinum, at ikki allir teir fáu dansktalandi møttu upp. Men tað skilst eisini á brævaskiftinum hjá Poul, at hann hevur ikki verið ov væl í øgn við donsku prestarnar. Teir hava kanska heldur ikki altíð verið av Guds bestu børnum. Eisini kundu teir sjálvir vera ringastir móti sínum egnu.
Økislæknin Bentzen skrivar í síni dagbók, hvussu hann upplivdi Poul Müller í 1899:
»Lige for broen er et gammeldags pynteligt hus (kolonibestyrerhuset), rensdyrgevir over døren, stort beslag, hvidmalede vindueskarmer. Ned derfra kommer en lille spinkel mand, dansk klædt, med kasket på hovedet, brun jakke, lange kamikker. Han kommer langsomt og roligt, lige som lidt nølende og lidt forlegent, som om han på en måde er forskræmt og dog overlegen. Men jeg kan ikke give noget billede, der kan forklare det pludselige stærke indtryk jeg fik af manden af uendelig godhed og elskværdighed. Det var så stærk en følelse af sympati, at det næsten gik over i medlidenhed, fordi andre havde talt ondt om ham og havde stået skarpt imod ham.
Jeg havde i samme sekund følel­sen af at have taget parti, og at jeg i hvert fald ikke vilde komme på kant med ham.
Det var vel indtrykket i de mærke­lige leende, godmodig melan­kol­ske øjne, der fængslede mig.«
Men so væl lýddur var Poul ikki av øllum. Tað varð eisini sagt um hann, at »hann var ikke elsket af alle sine under­såtter, nok fordi han har været en bestemt person, der var vanske­lig at køre om hjørner med.«

Hevði skiftandi sinnalag
Ein onnur lýsing er av »Poul Müller som en meget egensindig herre, som ikke overlod pligter eller uddelegerede arbejde og ansvar til sine underordnede eller til andre i kolonien, men hellere selv stod med arbejdet. Ligeledes ser det ud til, at Poul Müller var en person, man var nødt til at omgåes med varsomhed. Den travle Poul Müller har formentlig været træt sent på dagen og havde derfor mindre overskud.«
Ein kelda til lýsingina av Poul Müller er dagbókin hjá William Thalbitzer, sum seinni gjørdist serfrøðingur í grønlendska máli­num. Hann búði eina tíð 1900-1901 hjá Poul Müller, tá ið hann lærdi grønlendskt.

Thalbitzer skrivar:
»Kolonibestyreren plejede selv at besørge handlen i butikken, hvor han tilbringer hele formiddagen, hjulpet af et par kivfakker. Desuden er der en del arbejde med båden, der er vendt hjem fra rejse til udstederne nordpå, mange tønder (við lodnu) skal anbringes, folkene skal sættes i arbejde og i trit, der er tømrerværkstedet, spækhuset og trankogeriet på den anden side havnefjorden. Han (Poul) er ikki sjælden træt, mut og kort for hovedet. Der skal en del kunst til at omgås ham.
Til tider er han meget fore­kommende, især når distrikslægen er tilstede. Til andre tider er han stiv, formel, tvær, gnaven og umulig. Han kan være temmelig hidsig og er måske noget mistænksom, bliver let såret, har det med sympatier og antipatier, er egensindig.
Bortset fra et par smagløsheder, har han i det hele taget været særdeles gæstfri og elskværdig mod mig.«
Poul Müller hevur verið nakað snarsintur. Ein søga um hetta er, at hann hevur verið í bardaga við ein Nikolaj Ravn, sum kom frá einum útplássi á leiðini. Hetta kundi verið komið av, at hesin Nikolaj hevði verið ein sleygari fyri ein undanfarnan starvsmann til skaða fyri Poul. Samstundis var Niolaj Ravn komin í størri og størri skuld til kolonipengakassan. Hetta hevur verið ov nógv fyri Poul, tí hetta var nakað, sum hann sjálvur hefti fyri.

Bert ein inn at keypa í senn
Poul Müller ásetti eina reglu um, at bert ein persónur í senn kundi keypa ella selja í handlinum. Hann kravdi skipaði viðurskifti. Hetta gav eisini trupul­leikar, sum tá kolo­ni­­stjór­in kravdi av sóknar­stýri­n­um, at tað ávar­aði móti »trængsel í butikken.«
Annars verður sagt, at Poul Müller dugdi heilt væl grønlendskt. Hann kendi øll í koloniini, og hann kendi tey so væl, at hann kundi eisini glósa tey, tá ið tey komu í handilin. Men hetta var kanska ikki væl dámt, men er neyvan ókent fyribrigdi nakra staðni.
Sum ein, ið var komin útfrá sum dani ella føroyingur hevði Poul ein vissan myndugleika í hesum lítla samfelagnum. Tað vóru ikki øll fremmand, sum blivu so væl lýdd í einum slíkum samfelag. Men Poul tykist hóast alt at hava verið væl lýddur, og í minsta lagi var hann virdur.

Gávumildur
Poul Müller var ein sera gávumildur maður. Hetta vísti seg serliga á jólum, sum tað var greitt frá av Thalbitzer:
»Bestyreren uddeler sine gave, børnene får en masse ting, tildels efter eget valg, og endda synes det knap nok at tømmes på træet, så rigeligt er det. Trompeter, tromm­er, mundharmonikaer, dukker, lotteri­spil, klodser og uende­ligt mange andre ting, som kræmmer­huse, flag, stads af al slags, glansbilleder os.v. i det uende­lige. Figner, rosiner, punsj, og kager og chokolade flyder over som af bundløse kilder til disse stakkels grønlændere i det barske, kolde, arktiske, livsforladte land.
Til trods for udtalelserne, huser bestyreren vistnok i grunden meget varme følelser for grønlænderene, vel at mærke, for sine venner mellem dem. Hvad han mellem år og dag gir ud til dem af mad og penge, beløber sig vist til store summer. Grønlænderne har over for hans gæst (Thalbitzer sjálvan) de mest smigrende lovprisninger over bestyreren – i alt fald de fleste af dem, navnlig hen imod høj­tid­er­ne. For penge kan man vist nok altid vinde venner, især blandt de fattige grønlændere.«
Spurningurin verður settur, um tað er av hjarta, at Poul er so gávumildur ella tað er fyri at keypa sær vinalag. Men eftir tí, sum tað sæst í hansara brævaskifti, hevur hann ikki verið roknaður fyri at vera smáligur á nakran hátt.

Bjargaði dønum undan skyrbjóg
Poul Müller fær eisini gott ummæli í brøvum sum prestafamiljan Wagner sendi til pápan Ludvig. Poul fær æruna fyri, at tey sluppu undan skyrbjóg.
Poul Müller lænti familjuni eina stóra mongd av matvørum sum henda unga prestafamiljan ikki hevði við sær til Grønlands, og sum kom at resta í, tá veiðan í 1898/99 miseydnaðist, og tí ikki matur kundu keypast frá grønlendarum. Men tá Poul Müller fekk at vita, at tey einki áttu, lat hann fyrst sín grís og síðan ein seyð slakta at lata teimum.
Uppgerðin av deyðsbúgvinum vísir annars, at Poul Müller hevur lænt pening, mat og aðrar vørur til næstan allar embætismenn í Diskovíkini.
Hesin partur var so ein lýsing av persóninum Poul Müller. Men tað, sum ger hann kendan fyri eftirtíðini, er, at Poul var undan­gongumaður við útflutningi av svartkalva. Hetta verður lýst í komandi parti.


Komandi partur
Svartkalvi hevur havt stóran týdning fyri Grønland.
Her var Poul Müller ein undangongumaður