Mælir til mammografi screeningar

- Mammografi screening eigur at standa øllum tilkomnum kvinnum í boði. Drúgvar altjóða royndir hava væl og virðiliga prógvað, at hesar kanningar eru við til at minka um talið av deyðstilburðum av bróstkrabba, sigur íslendski røntgenlæknin, Baldur Sigfússon

Um vikuskiftið hevði Føroya Felag móti Krabbameini vitjan av íslendska røntgenlæknanum Baldur Sigfússon, sum síðani 1987 burturav hevur arbeitt við mammografi screeningum.
- Størsta avbjóðingin hjá føroyingum í hesum sambndi verður ikki kostnaðurin, men heldur at skaffa røttu fakfólkini. Tað krevur nevniliga sera drúgvar fakligar royndir, áðrenn farast kann undir mammografi screeningar, sigur hann.
Hinvegin er hann sanførdur um, at fyrimunirnir við screeningum væl og virðiliga viga upp móti vansunum. Tí mælir hann eisini til at skapa tær fyritreytir, sum skulu til, fyri at seta hesar kanningar í verk í Føroyum.
Minka um deyðstilburðir
Sambært Balduri Sigfússon er størsti vinningurin við mammografi screeningum, at tær týðiliga minka um talið av deyðstilburðum av bróstkrabba. Í meðal vísa altjóða kanningar, at hetta talið er 35% lægri í økjum, har screnningar verða gjørdar.
Ein annar fyrimunur er betraði møguleikin fyri eini bróstvarveitandi skurðviðgerð. Ein íslendsk kanning vísir, at í 60% av bróstvarveitandi skurðviðgerðunum varð knykilin uppdagaður við screening. Í teimum førum, har knykilin varð uppdagaður uppá aðrar mátar, bar bert til at fremja bróstvarveitandi skurðviðgerð í 30% av tilburðunum, tí krabbameini hevði breitt seg ov nógv.
Sigfússon vísir á, at 50% av øllum knyklum í bróstinum lata seg ikki avdúka uppá aðrar mátar enn við screening ella við sjónleykukanning, Tí kunnu sjálvs- ella læknakanningar ongantíð setast í staðin fyri screeningar.
Finna tað vita skulu
Baldur Sigfússon er sum heild sera væl nøgdur við úrslitini á mammografi sentrinum í Reykjavík, har hann starvast.
- Vit finna tað vit skulu, eisini í teimum førum, har talan er um undanstig til krabbamein. Til dømis finna vit 36% av øllum knyklum, sum eru minni enn 10 mm, og tað er eitt sera gott úrslit. Hóast tað finnast undantøk, er meginreglan, at jú minni ein knykil er, jú minni skaðiligur verður hann mettur at vera, sigur Baldur Sigfússon.
Hinvegin viðgongur hann, at luttøkan í kanningunum kundi verið størri. Serliga tykist tað sum, at kvinnur í Reykjavíkarøkinum ikki møta so væl upp til næstu regluligu kanning tvey ár seinni. Ein ov stórur partur av kvinnunum velur at lata trý ár ganga, áðrenn tær koma aftur, og hetta skapar trupulleikar fyri samlaðu eftirmetingina, sum fevnir yvir eitt tveyára áramál. Harumframt økist vandin sjálvsagt fyri, at ein knykil tekur seg upp, sum ikki verður uppdagaður so tíðiliga, sum ynskiligt er.
Ein annar vansi er, at 3% av kvinnunum verða bidnar um at koma aftur, tí fyrsta kanningin vísti okkurt illgrunasamt. Í allarflestu førum vísir tað seg nevniliga, at tað, illgruni var um, onki hevði uppá seg kortini.
- Fyri kvinnuna hevur hetta tíverri nógva óneyðuga stúran við sær og fyri okkum nógv eyka arbeiði. So sjálvt um tað er ein trygd í hesum, og tað sjálvsagt er betri at kanna eina ferð ov nógv enn ov lítið, vildi eg ynskt, at talið á kvinnum, sum verða bidnar um at koma aftur, var væl lægri ? 1% í mesta lagi, sigur Baldur Sigfússon.
Atfinningar
Afturvendandi donsku atfinningarnar av mammografi-screeningum taka læknar ikki í álvara longur, sigur Baldur Sigfússon. Sambært honum byggja hesar atfinningar í stóran mun á misskiljingar ella sera ivasamar kanningar, meðan tær síggja burtur frá stórum og væl undirbygdum kanningum, sum ofta vísa tað øvuta.
- Sjálvt um tað altíð er sunt at vera skeptiskur, kanst tú fakliga ikki taka slíkt í álvara. Okkurt bendir á, at hesir granskarar eru okkurt slag av krossfararum, sum ikki hava annað endamál enn at kritisera og niðurgera arbeiði við mammografi screeningum. Hóast vit fakliga kunnu vísa atfinningunum aftur, eru tær uttan iva við til at minka um talið av kvinnum, ið luttaka í kanningunum. Og tað er sera óheppið, sigur Baldur Sigfússon.