Mælir suðuroyingum til at taka kollveltandi avgerð

Poul Michelsen sigur, at landið skal hjálpa til at menna Suðuroynna - men tað mugu suðuroyingar eisini

Suðuroyggin eigur at verða løgd saman í eina kommunu. Tað heldur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

Á fólkafundi í Salt á Drelnesi leygardagin, varð støðan í Suðuroy til viðgerar og serliga varð tað umrøtt, hvussu gongdin í Suðuroynni kann vendast.

Poul Michelsen sigur, at uppgávan hjá landinum er at stuðla upp undir at gongdin í Suðuroy verður vend.

Men hann heldur somuleiðis, at suðuroyingar eiga sanniliga eisini sjálvir at hjálpa til. Og hann heldur, at eitt tað fyrsta, bý- og bygdaráðini í Suðuroy kundu gjørt, varð at lagt alla Suðuroynna saman í eina kommunu.

Hann heldur, at tað hevði gjørt Suðuroynna til eina sterka búskaparliga eind. Og hann heldur eisini, at verður øll Suðuroyggin løgd í eina kommunu, eigur tað at verða lættari at leggja til rættis, og at samskipa tænastur til borgaran - og sostatt at veita borgarunum eina betri tænastu.

Hann vísir á, at á fólkafundinum fingu tey, sum vóru við, høvi til at vera við í eini fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging, og úrslitið av var, at stórur meiriluti, ella 68 prosent av teimum, sum vóru til staðar, taka undir við, at Suðuroyggin verður ein kommunua.

– Sostatt eru ábendingar um, at tað ikki er fólkið, sum er trupulleikin, men tað eru kommunupolitikararnir, sum forða fyri eini samanlegging, segði Poul Michelsen.

Og tað helt hann er skeivt tí hann heldur, at politikararnir eiga ístaðin at lurta eftir fólkinum, og gera, sum fólkið vil.

Les eisini: Stórur meiriluti fyri at leggja Suðuroynna saman í eina kommunu

Her kann leggjast afturat, at í 2005 samdust ein meiriluti í Vágs býráð, og Tvøroyrar býráð, um at arbeiða fram ímóti, at øll oyggin skal vera ein kommuna áðrenn kommunuvalið 2008.

Men ein treyt var, at Miðnámsskúlin skuldi byggjast í Vági - men tað varð ikki gingið á møti, og skúlin varð tískil bygdur í Hovi, og ellis- og røktarheimið, Hamragarður, og bústaðir til sálarsjúk vórðu bygd í Vági ístaðin.