Mælir formanninum til at stingar í sekkin og fara frá

- Vit hava ikki brúk fyri fólki, sum seta seg sjálvi í hásæti og ikki kenna sær hógv, sigur Jaspur Vang, nevndarlimur í Suðuroyar Sambandsfelag

Sambandsflokkurin
 

 - Formaðurin í Suðuroyar Samabandsfelag eigur at siga seg frá.
Tað heldur Jaspur Vang, nevndarlimur í Suðuroyar Sambandsfelag.
Jaspur Vang mælir sostatt Jan Haldansen at siga seg frá sum formann í Suðuroyar Sambandsfelag beinanvegin, tí hann heldur, at tað hevði verið tað besta fyri bæði Sambandsflokkin og Suðuroynna.
- Vit hava ikki brúk fyri fólki í nevndini, sum seta seg sjálvi í hásæti og ikki kenna sær hógv, leggur hann afturat.
Og Jaspur Vang heldur eisini, at tá ið Jan Haldansen í Sosialinum hevur róð upp undir at avtaka Suðuroyar Sambandsfelag, hevur hann yvirmett sín egna leiklut so dyggiliga.
- Eg loyvi mær at ivist í, um formaðurin í Suðuroyar Sambandsfelag er sambandsmaður yvirhøvur.
- Jan Haldansen varð valdur í nevndina í Suðuroyar Sambandsfelag 16. marts 2006. Men ikki fyrrenn dagin eftir limaði hann seg inn í Sambandsflokkin og dagin eftir, 18. marts, var hann longu formaðir felagsins.
- Higartil hevur hann sostatt bara verið limur í Sambandsflokkinum í  14 dagar og tað er longu ein  vika síðani at hann boðaði frá, at hann meldaði seg úr aftur.
- Spurningurin er tí, um Jan Haldansen í veruleikanum er ein trojanskur hestur, sum er plantaður Suðuroyar Sambandsfelag við eini fjaldari dagsskrá og tí mæli eg honum til at siga seg úr felagnum aftur beinanvegin, sigur Jaspur Vang.
- Møguliga er hetta at skjóta spurv við kanón, men eg haldi, at tað er neyðugt, at kortini koma á borðið og at eg geri vart við míni sjónarmið, leggur hann kontant afturat.
Men hvør skuldi havt plantað hann har, veit hann ikki og enn minni, hvat endamálið skuldi verið.
 
Við ringum tannabiti
Hann sigur annars, at tað er við ringum tannabiti at hann viðger einstaklingar í fjølmiðlunum Hann hevur somuleiðis altíð hildið, at tvídráttir í Suðuroy eiga at verða viðgjørdir innanhýsis.
- Men eftir at hava givið seg út fyri at vera sambandsmann í 14 dagar, hevur Jan Haldansen nú  alment skotið løgtingslimum, landsstýrismonnum og nevndarlimum í valfeløgum Sambandsfloksins kring landið, í skógvarnar, at teir eru orðloysingar og lyguvætti uttan at hava nakað prógv fyri tí.
- Samstundis sigur hann beinleiðis ósatt, táið hann í Sosialinum fyrr í vikuni viðgerð mín leiklut í samband við formansvalið í Sambandflokkinum.
- Tí kenni eg tað sum mína skyldu sum sambandsmaður og nevndarlimur í Suðuroyar Sambandsfelag, at greiða frá tí, ið veruliga fyrifórst í sambandi við formansvalið, sigur Jaspur Vang.
Hann heldur tó, at mest álvarsamr  er tað eftir hansara tykki, at Jan Haldansen setir kílar ímillum nevndarlimirnar í  norðaru og syðru helvt í Suðuroy.
- Harvið birtir hann upp undir tvídráttin millum syðru og norðaru hálvu í oynni.
Annars dámar Jaspuri Vang als ikki at býta Suðuroy sundur.
- Eftir mínum tykki er talan um eina lítla oyggj, eina eind og harvið ein felagsskap, sum vit øll vilja tað besta. 
- Men um Jan Haldansen sáar sundurlyndi við vilja, ella um hann rennur sneisaørindi fyri onkran, ella um hann bara ikki hugsar seg nóg væl um, er ilt at siga.
 
Gongdin í málinum.
Annars vísir Jaspur Vang á, at táið Jan Haldansen var komin í nevndina í Suðuroyar Sambandsfelag, setti hann, saman við øðrum, fram ynski um, at felagið skuldi stuðla Johan Dahl á formansvalinum hjá Sambandsflokkinum.
- Samstundis bedýraði hann, at nógv meira enn helvtin av teimum, sum høvdu atkvøðurætt á landsfundinum, hevði givið honum tilsøgn um, at tey fóru at velja Johan Dahl til formann.
- Eisini segði Jan Haldansen, at hann bíðaði eftir skrivligari váttan frá teimum, sum høvdu lovað Johan Dahl sína atkvøðu.
Jaspur Vang sigur, at tað endaði við at ein samd nevnd samtykti at stuðla Johan Dahl.
- Tá ið vit fóru á landsfund var framvegis semja um, at Suðuroyar Sambandsfelag skuldi stuðla Johan Dahl. Samstundis vildi Jan Jan Haldansen nú vera við, at yvir 30 av teimum 53 fólkunum, sum høvdu atkvøðurætt, høvdu váttað fyri honum, at tey atkvøddu fyri Johan Dahl.
Jaspur Vang sigur, at hvørt valfelag hevur fimm atkvøður á landsfundinum, men frá Suðuroyar Sambandsfelag møttu seks nevndarlimir.
- Av tí sama atkvøddi eg ikki á fundinum yvirhøvur. Og sostatt er tað eisini beinleiðis ósatt, tá ið Jan Haldansen sigur við Sosialin, at eg fyrst bar meg undan at atkvøða, men at hann síðani sannførdi meg um, at eg átti at atkvøða, og at eg so gjørdi tað, tó uttan at stuðla Johan Dahl.
Jaspur Vang leggur afturat, at av tí at talan var um loyniligt og fult demokratiskt val, vil hann ikki koma inn á, hvør atkvøddi fyri hvørjum, tí tað verður ongantíð til annað enn gitingar og tað hoyrir onga staðni heima.
- Annars eri eg framvegis sannførdur um, at øll fimm umboðini fyri Suðuroyar Sambandsfelag stuðlaðu Johan Dahl, sigur Jaspur Vang.
 
Johan fekk álitisváttan
Hann sigur, at hann kunnaði Jan Haldansen í telefonini um, at tað var ósatt, sum hann hevði sagt í Sosialinum.
- Tá skjeyt Jan Haldansen seg inn undir, at hann var skeivt endurgivin í Sosialinum.
- Harumframt hevur Jan Haldansen alment borið ósannindi fram um meg, uttan at biðja um umbering og uttan at avsanna tað.
- Men ein og hvør  tí seta sær sjálvum spurningin um tað eru løgtingslimir, landsstýrismenn, nevndarlimirnir í valfeløgunum kring landi, undirritaði og Sosialurin, sum siga ósatt, ella um tað er Jan Haldansen, sum sigur ósatt og annars ikki kennir ella virðir tær óskrivaðu, moralsku og etisku meginreglur, sum eru galdandi í samskiftinum millum vaksin menniskju, sigur Jaspur Vang.
Hann heldur annars, at sambandsfólk eiga sjálvsagt at virða úrslitið av einum demokratiskum vali og eiga altíð at stuðla tí til eina og hvørja tí valda formanni.
- At Johan Dahl var vónbrotin eftir formansvalið, er menniskjansligt. Men at hann segði seg úr  flokkinum, er harmiligt eftir mínum tykki og ein missur fyri flokkin. Hann fekk 40% av atkvøðunum og tað er ikki eitt misálit, men ein álitisváttan. Og tað skerst ikki burtur, at hann hevur verið suðuroyingum og sambandsflokkinum ein dyggur stuðul.
- Tí vóni eg kortini, at hann aftur gerst limur í Sambandsflokkinum, sigur Jaspur Vang.