Málini hjá Skála og Eyðun Klakstein (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu Skála vann 2-0 á AB, og hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein

Skála er níggju stig røttumegin niðurflytingarstrikuna aftaná góðan 2-0 heimasigur ímóti AB.

 

Brian Jacobsen legði Skála á odda við brotssparki í fyrra hálvleiki, og Jákup Johansen økti til 2-0 í seinna hálvleiki. Við til søguna hoyrir eisini, at Bjarni Skála hjá AB bleiv vístur av vølli í seinna hálvleiki.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá báðum málunum Skála fekk ímóti AB.


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein.

 

Eyðun Klakstein er sera fegin um tað sum hann nevnir ein sera týdningarmiklan sigur, ið lyftir Skála væl burtur frá niðurflytingarstríðnum, og Eyðun er eisin lættir um at sleppa til summarsteðgin aftaná komandi umfar og hava góða frástøðu til niðurflytingarstrikuna.

 

Tað líkist einari kapprenning við EB/Streym at verða "Best of the rest" sum tikið verður til í Onglandi. EB/Streymur hevur eins og Skála 17 stig. Eyðun Klakstein minnir á, at Skála er eitt av minni feløgunum í Føroyum, og teir eru framvegis eyðmjúkir um málsetningin at halda liðið í deildini. 

 

- Eg eri væl nøgdur við at liggja í miðjuni í løtuni, sigur Eyðun Klakstein.

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel hoyrist HER