KÍ er komið á sigurslóðina aftur í betrideildini við einum góðum 2-0 sigri ímóti AB úti í Vika á Argjum í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Hilmar Jan Hansen, frásøgumaður segði frá báðum málunum hjá KÍ sum Steinbjørn Olsen og Ragnar Danielsen skoraðu.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ.
Mikkjal Thomassen fegnast um, at KÍ kom á sigursslóðina aftur við einum sera góðum avriki, har hansara menn arbeiddu hart fyri sakini, og megnaðu at halda AB frá tí mesta.
Mikkjal Thomassen er eisini fegin um, at tveir ungir menn, Steinbjørn Olsen og Ragnar Danielsen skoraðu málini fyri KÌ í dag.
KÍ hevur havt ein niðurtúr fyri stuttum, men Mikkjal Thomassen slær fast, at hann visti, at hesin niðurtúrurin fór ikki at vara, og nú fara hann og spælararnir at fokusera uppá útidystin ímóti Víkingi um seks dagar. Í dag vóru 30 dagar síðani KÍ vann ein dyst, og tí var sigurin søtur fyri klaksvíkingar.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel hoyrist HER