Málini: 07 Vestur-HB 1-4 og Magnus Egilsson (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Magnus Egilsson hjá HB, og hoyr frásøgn av málunum sum komu í dystinum í Sørvági

 

HB er greitt oddalið í Betrideildini aftaná 4-1 sigurin ímóti 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági í kvøld. HB er nú átta stig frammanfyri KÍ nú bæði liðini hava átta dystir eftir at spæla í kappingini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á FM1 av teimum fimm málunum sum komu í dystinum 07 Vestur-HB 1-4 (1-2).


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Magnus Egilsson hjá HB. 

 

Magnus Egilsson hevur sum allir hinir í HB-hópinum beinini plantaði væl niðri á jørðini, hóast greiðu oddastøðuna hjá HB. Magnus Egilsson trívur í gomlu heimaráðini hjá Óla Hansen, ið var liðskipari hjá NSÍ fyrst í hesari øldini, og sigur, at HB tekur ein dyst í senn. Magnus og liðfelagarnir fingu ikki eingong at vita í steðginum í Sørvági, at KÍ hevði tapt 1-2 ímóti B36, so hann og liðfelagarnir kundu byggja uppá oddastøðuna.

 

07 Vestur-HB 1-4 (1-2)

1-0 Dan í Soylu (4. min)

2-0 Ari Mohr Olsen (13. min)

2-1 Sølvi Egilsson (19. min)

3-1 Sjálvmál (73. min) 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Paula Poulsen hoyrist HER