Arbeiðseftirlitið vísir á, at málararnir á skipasmiðjuni eru væl vardir ímóti málingini, tí teir eru í serligum trygdarbúna og hava bæði andadráttarvernd og masku. Men hini, sum arbeiða á skipasmiðjuni, hava onga verju, tá skip verða málað, og tey kunnu bara vóna, at vindurin tekur málingaleivdirnar við sær út á sjógv.
Lars Hansen, sum er felags talsmaður á Lindø skipasmiðjuni, sigur við blaðið Fyens Stiftstidende, at tað kann ikki vera rætt, at einir 800 menn arbeiða umborð á ella nærhendis skipum, sum verða málið, og at einki verður gjørt fyri at verja teir. Tað sama sigur arbeiðseftirlitið, sum nú hevur kravt, at skipasmiðjan skal fáa viðurskiftini í rættlag í seinasta lagi tann 9. november.
Stjórin á Lindø skipasmiðjuni, Finn Buus Nielsen, váttar fyri blaðnum, at tað hava verið tvey óhapp við máling í ár, tí tað bleiv meiri vindur, enn menn høvdu væntað.