Turið Horn, býuráðslimur fyri Tjóðveldi, hevur virkað sum forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini í hesum máli, tí at Marin Katrina Frýdal hevur verið ógegnig vegna tað, at maður henna er stjóri á Búnaðarstovuni, sum umsitir landsjørðina, og at talan í hesum máli er um at selja landsjørð til Gist & Vist, sum eigur matstovuna Koks.
Gist & Vist hevur søkt Tórshavnar býráð um loyvi at byggja ein býling, sum skal hýsa matstovuni Koks, sum hevur tvær Michellin-stjørnur. Matstovan heldur til frammi við Gjónna við Leynavatn, men har kann hon bara vera í avmarkaða tíð.
– Málið var als ikki búgvið at leggja fyri býráðið, sigur Turið Horn.
– Tað hevur ikki verið til hoyringar í staðbundnu nevndini fyri Velbastað og Kirkjubø, og so skuldi bóndin eisini hoyrast aftur.
Lesið eisini: Koks skal byggjast sum ein heilur býlingur
Spurd hví tað so var lagt fyri býráðið, veit Turið Horn ikki at siga, tí at tað er borgarstjórin, sum leggur skránna.
Hon vónar tó, at málið kann avgreiðast, soleiðis at tað kann leggjast fyri býráðið á seinasta býráðsfundi hjá sitandi býráð, sum verður 17. desember og avgreiðast á fundinum.
##med2##
##med3##