Málið um Jógvan S. útsett

Leingi er tað, ið væl skal verða, og soleiðis tykist eisini verða í rættarmálinum um fiskiloyvið hjá Jógvan S.

Sakarmálið millum reiðaríið hjá Jógvan S. og Fiskimálastýrið var fyri í Føroya Rætti týsmorgunin, men enn einaferð bleiv málið útsett. Nýggjur rættarfundur er ásettur at verða í málinum tann 17. august.

Savna upplýsingar
Sp/F Nakkur hevur reist endurgjaldskrav móti Fiskimálastýrinum upp á umleið 11 milliónir krónur, men tað gongur striltið við at fáa málið avgreitt.
Jógvan Páll Lassen, sakførari hjá Sp/F Nakki, sigur, at máið gongur sína gongd, og at tað í løtuni verður arbeitt við at fáa til vega allar upplýsingar, ið skulu nýtast í málinum.