Luiz Adriano er ikki ein vælkomin leikari í Danmark í hesum døgum, eftir at hann í Champions League dystinum í gjár móti FC Nordsjælland ikki virdi Fair Play hugtakið.
Tað er miðskeiðis í fyrra hálvleiki, at ein FC Nordsjælland leikari liggur eftir á, og má hava viðgerð. Danska liðið hevur bóltin, tá dómarin steðgar dystinum, so leikarin kann fáa viðgerð.
Tá dysturin skal takast upp aftur, velur Shakhtar Donetsk leikari at sparka bóltin aftur til FC Nordsjælland verjuna, men brádliga tvísporar Luiz Adriano eftir bóltin. Hann tekur øll í Parkini á bóli, og skorar 1-1.
Hetta málið hevur fingið øði í bæði danskarar og fótbóltsáhugaði kring heimin. Málið er at finna í miðlum kring alt globusin, og nú eisin á portalinum.
Málið sæst undir greinini. Shakhtar Donetsk vann dystin 5-2, og Luiz Adrriano skoraði hattrick omaná tað heila.