Í sendingini »Krosskast» mikukvøldið, vóru nógv ymisk mál um fullveldi á skránni.
Hóast høvuðspersónarnir fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin eru ósamdir um raðfylgjuna, so er málið sjálvstýri.
Sendingin var saklig og gevandi, har serfrøðingar og politikararnir skiftu orð um fyrimunir, vansar og møguleikar at broyta viðurskiftini í ríkisrættarligu støðu Føroya.
Ikki yvur háls
og herðar
Spurdur um Javnaðarflokkurin nú er á somu kós sum Tjóðveldisflokkurin, sigur Jóannes Eidesgaard aftaná SvF sendingina, at flokkurin vil flyta seg, men at hann frameftir ikki vil fremja broytingar yvir háls og herðar.
Hann stúrir fyri at Føroyar verða avbyrgdar, um fullveldisætlanin verður framd. Landið er so lítið, og neyðugt er at hava opið samstarv við onnur lond.
Eg haldi kortini at búskaparfrøðigarnir fóru ov lætt um í sendingini. Teir gloymdu at siga fólki, at vit hava viðvind í løtuni, við rokfiskiskapi og høgum fiskaprísum. Hesi viðurskifti kunnu broytast áðrenn vit vita av, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hvat heldur tú um uppskotið hja Janusi Petersen, bankastjóra, um at økja yvirskotið á fíggjarlógini við 300 mió. krónum, um vit skulu vera blokstuðulin fyri uttan?
Skal blokkstuðulin avtakast, er bert ein háttur at fáa peningin inn, og tað er um skattin.
Um skattalætti ikki varð settur í gildi frá 1994-95, høvdu inntøkurnar hjá landskassanum í dag verið 500 mió. krónur, sigur Jóannes Eidesgaard, sum við hesum vil vísa á, at prísurin fyri økt sjálvstýri kann verða høgt skattatrýst.
Bert hava samgonguflokkarnir og serliga Tjóðveldisflokkurin, ikki tikið hesi viðurskiftini við í umhugsanini, tá teir tosa við veljarnar um fullveldisætlanina.
Dylja hvat tað kostar
Teir dylja fyri borgarunum, hvat prísurin fyri fullveldi er. Kundu teir sagt okkum, hvat tað kostar, so var tað ein erlig sak, sum vit kundu tosa um og tikið støðu til. Sum nú er verður alt romanitsera. Tjóðveldið vil seta sær eitt mál, og síðani loysa trupulleikarnar sum frálíður. Teir pástanda eisini at vælferðarsamfelagið verður varðveitt.
Hinvegin er Fólkaflokkurin meira erligur í sínum útspæli. Teir vilja reka føroyska samfelagið eftir íslendskum leisti.
Tað merkir kortini, at solidariska samfelagið dettur burtur, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at hetta uppskotið hóast alt er av slíkum slag, sum fólk kunnu taka støðu til.
Fíggjarlógin
er borgarlig
Um stutta tíð verður fíggjarlógarálitið skrivað, men Javnaðarflokkurin kann ikki taka undir við hesum, og fer at seta broytingaruppskot fram.
Í fíggjarlógini er einki tekin um fullveldi at síggja. Har er eingin nýhugsan farin fram, sum ber brá av fullveldi, og tí verður hetta tiltakið alt meira og meira til orð.
Høgni Hoydal veit væl, at hann hevur ein trupulleika at tosa um búskap í hesum sambandi, og tí sigur hann einki um henda partin av ætlanini. Í staðin fyri fer hann at undir at fyrireika grundlógina, sum í veruleikanum ikki er nakað týðandi mál.
Trupulleikin í fullveldisætlanini er at fáa búskapin at hanga saman soleiðis,at vit kunnu varðveita vælferðina, men fíggjarlógarálitið, sum nú verður lagt fram, er so borgarligt, sum tað kann vera. Eitt nú at pensionistar fáa hækkað pensiónina við 160 krónum, útbúgvingarstuðulin er sama játtan sum í fjør o.s.fr..
Jóannes Eiedesgaard veit, at nógv lesandi ikki kunnu klára seg við stuðulintey fáa, men mugu fáastyrk frá foreldrunum, um tey skulu lesa. Hann stúrir fyri, at hetta aftur kann skapa stættarmun millum fólk, har bert tey ungu, sum foreldrini kunnu stuðla, fáa útbúgving.
Javnaðarflokkurin nýtt uppskot
Tí hevur Javnaðarflokkurin ikki samvitsku at taka undir við fíggjarlógaruppskotinum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vil ikki siga meira um evnið nú, men vísir til, at Javnaðarflokkurin skipar fyri almennum jólafundi á Hotel Hafnia sunnudagin kl. 14, har áhugaði kunnu fáa greiða boð um, hvat flokkurin vil gera, og er alternativ til fullveldisætlanina, sum eisini ber fram á sjálvstýrisleið, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.